Skriva út
Lagt út: 11.08.2008

Kunningardagar um gransking innan orku

Nú hevur tú høvi at hitta serfrøðingar úr ES

 

24. og 25. september 2008 verða kunningardagar í Brussel um gransking innan orku. Eftir ætlan verða 4 útboð fyri granskingarverkætlanir innan orku almannakunngjørd 3. september 2008. Í hesum sambandi skipar ES fyri kunningardøgunum fyri at veita møguligum umsøkjarum leiðbeining um tilgongdina í sambandi við umsóknir.

 

Endamálið við kunningardøgunum er at spjaða upplýsingar um tey granskingarøki, sum tey 4 útboðini fevna um, at vegleiða um løgfrøðilig og formlig viðurskifti og at svara møguligum spurningum.

 

Høvi verður eisini at hitta serfrøðingar í ES-kommisjónini. Hesir serfrøðingar hava ábyrgdina av ymsu evnunum, sum útboðini fevna um. Neyðugt er at bíleggja tíð frammanundan, um tú ynskir at hitta ein serfrøðing.

 

Tað er ókeypis at luttaka á kunningardøgunum, men tilmelding er neyðug. 

 

Les meira um tiltakið og melda teg til her.