Ofta Spurt

Hvat ber til at fáa stuðul til?
Ársins lýsing ásetir, hvat slag av gransking, ið stuðul kann latast til.
Til ber at søkja stuðul til løn og rakstrarútreiðslur fyri eina granskingarverkætlan. Les meira her.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á gransking@gransking.fo ella ringja til +298 567800

Hvør kann søkja stuðul til gransking?
Øll, sum hava eitt hugskot til eina granskingarverkætlan, kunnu prinsipielt søkja, men tann, sum skal gera arbeiðið, skal hava skjalprógvaðan granskingarførleika og helst eisini granskingarroyndir. Umsøkjari skal í minsta lagi hava kandidatútbúgving frá universiteti fyri at hava formligan granskingarførleika.

Til hvørja umsókn krevja vit bæði eitt ábyrgdarfólk frá einum granskingarstovni/virki e.l. og ein verkætlanarleiðara. Tann fyrri er ofta stjóri ella granskingarleiðari á einum stovni, tann seinni er oftast granskarin, sum skal gera arbeiðið, ella vegleiðarin hjá tí ph.d.lesandi, sum skal gera arbeiðið.

Ber til at fáa alla verkætlanina fíggjaða við stuðli úr Grunninum fyri gransking, menning og nýskapan?
Nei, kravt verður, at í minsta lagi 1/3 av verkætlanini verður fíggjaður av øðrum enn Grunninum fyri gransking, menning og nýskapan. Um talan er um vinnuverkætlanir, er kravið 1/2 fíggjað av øðrum. Hendan fíggingin kann vera frá starvsstaðnum hjá umsøkjaranum ella frá øðrum stuðulskeldum.

Hvussu nógvan stuðul ber til at fáa?
Tað ber í mesta lagi til at søkja um 2/3 av fíggjartørvinum til verkætlanina. Minsta upphæddin, sum verður latin, er kr. 300.000. Størstu upphæddirnar, sum verða latnar, fara til ph.d. verkætlanir. Hesar játtanir eru upp til uml. 1-1,2 mió. kr. Árliga játtanin til stuðul til gransking er kr. 7.500.000 (2023), og við hesum verður stuðul væntandi játtaður til 8-10 verkætlanir. Yvirlit yvir játtanir undanfarin ár sæst her.

Hvat er ein ph.d.verkætlan?
Ein ph.d.verkætlan er ein granskaraútbúgving, oftast 3 ára fulltíðar arbeiði. Í Føroyum, Danmark og aðra staðni verða ph.d.lesandi sett í starv á einum stovni/virki og fáa løn fyri sítt arbeiði. Í Stóra Bretlandi, USA og aðra staðni eru ph.d.verkætlanir skipaðar soleiðis, at tann ph.d.lesandi fær stuðul heldur enn løn. Les meira um ph.d. her.

Ber til at fáa stuðul til part av lesnaðinum til Bachelor ella Master, um ætlanin er at halda fram til ph.d. seinni?
Tað ber ikki til at fáa stuðul til Bachelor ella Master lesnað. Stuðul verður latin til granskingararbeiði eftir lokna kandidatútbúgving, tað er aftaná Master, cand.mag., cand.scient e.l. Møguligt undantak er tó, har ph.d.verkætlanin er eitt beinleiðis framhald av universitetsútbúgvingini. Tá ber til at fáa stuðul til síðstu 3 árini av ph.d.-verkætlanini.

Ber til at fáa stuðul til ferðing og luttøkugjøld til ráðstevnur og skeið?
Tað ber bara til at fáa stuðul til útreiðslur, sum eru partur av eini granskingarverkætlan, t.d. eini ph.d.-verkætlan.

Ber til at fáa nakað av stuðli úr Granskingargrunninum og byrja at arbeiða við hesum stuðlinum, meðan leitað verður eftir meira fígging?
Nei, tað ber ikki til at byrja við stuðli úr Grunninum fyri gransking, menning og nýskapan, meðan leitað verður eftir øðrum stuðli. Ofta skal søkjast og bíðast eftir svari frá fleiri stuðulskeldum, hesar hava ikki altíð somu umsóknar- og svarfreist. Tað ber tí til at søkja og fáa játtað stuðul úr Grunninum fyri gransking, menning og nýskapan, uttan at hava hin stuðulin játtaðan frammanundan. Tað er hinvegin eitt krav, tá játtan fæst úr  Grunninum fyri gransking, menning og nýskapan, at formlig tilsøgn er fyri allari fíggingini til verkætlanina, áðrenn fyrsti stuðulin kann rindast móttakaranum.

Ber til at fáa stuðul til eina verkætlan, t.d. ph.d., um hendan er byrjað, áðrenn søkt verður um stuðul?
Ja, tað er møguligt at søkja stuðul til ph.d.lesnað, hóast hesin er byrjaður, áðrenn umsóknarfreistin til stuðul úr Grunninum fyri gransking, menning og nýskapan er úti. Tað ber tó bert til at fáa stuðul til tað arbeiðið, sum verður gjørt aftaná at játtan er fingin úr Grunninum fyri gransking, menning og nýskapan.

Nær slepst í gongd við eina játtan frá Grunninum fyri gransking, menning og nýskapan?
Tað ber til at fara í gongd við arbeiðið við játtan úr Grunninum fyri gransking, menning og nýskapan, so skjótt játtanarbrævið er móttikið. Hetta er góðar 3 mánaðir eftir, at árliga umsóknarfreistin er farin. Fyrst skal tó ein sáttmáli gerast millum partarnar. Hesin kann verða gjørdur, so skjótt greiða er fingin á allari fíggingini. Gev gætur, at um talan er um verkætlanir, sum krevja loyvir frá Vísindasiðseminevnd ella annað, so er játtanin ikki bindandi, fyrr enn Granskingarráðið hevur móttikð avrit av loyvum.

Hvørji granskingarøkir/evni ber til at fáa stuðul til?
Tað ber til at fáa stuðul til gransking á øllum økjum. Talan er um ein grunn, har hugskotini og verkætlanirnar koma frá granskarunum sjálvum (bottom up), og Faknevndin fyri stuðli til gransking síðani tekur støðu útfrá fakligari og samfelagsligari meting.

Hví skulu umsóknirnar skrivast á enskum heldur enn føroyskum?
Tí tær verða sendar til uttanhýsis fakliga meting. Les meira her.

Hvat meinast við, tá sagt verður, at umsóknir skulu lúka ávís formlig krøv fyri at koma til viðgerðar?
Formligu krøvini eru praktisk krøv, sum treytaleyst skulu lúkast, áðrenn umsóknin fær nakra fakliga viðgerð. Krøvini eru lýst á umsóknarportalinum og í Terms of reference.
Lýkur ein umsókn ikki hesi krøvini, verður hon avvíst. Søkjast kann av nýggjum næstu ferð freist er.

Hví skal umsóknin sendast gjøgnum ein umsóknarportal?
Fyri at gera arbeiðið so einfalt sum gjørligt hjá okkum og metingarfólkunum, sum vit senda umsóknirnar til. Vit meta tað hava stóran týdning, at umsøkjarin sjálvur tryggjar, at tað tilfarið, sum skal metast, er samlað á eium stað. Tá kunnu tað ikki standast ivamál av, hvørt vit og metingarfólkini hava havt møguleika at sæð alt tað innsenda tilfarið. Eisini er tað fyri bara at hava eitt slag av fílum, so sleppast kann undan trupulleikum av manglandi forritum og lesarum.

Ber til at søkja um meira stuðul til somu verkætlan?
Ein játtan verður prinsipielt latin sum ein stuðulsjáttan, og tí hevur móttakarin ikki rætt til at fáa eyka stuðul, um so er at verkætlanin kemur í fíggjarneyð av onkrari orsøk.

Ber til at søkja Grunnin fyri gransking, menning og nýskapan um ískoyti til verkætlan, fíggjað av øðrum?
Tað ber til at søkja stuðul úr Grunnin fyri gransking, menning og nýskapan til partar av eini verkætlan, eitt nú síðsta árið av eini ph.d.-verkætlan. Men er talan um ískoyti til eina verkætlan, sum hevur verið fult fíggjað, men er komin í fíggjarneyð, játtar grunnurin ikki til ískoyti. Í staðin verður víst til teir partar, sum hava fíggjað verkætlanina.