Nú kanst tú søkja um

Stuðul til gransking, menning og nýskapan

Í ár eru  økini Samfelag og Tøkni raðfest, soleiðis at verkætlanir innan hesi øki hava serligan fyrimun.

Innan økið "Tøkni" verður stuðul latin til í mesta lagi 50% av kostnaðinum.

Stuðul verður latin: - føroyskum granskarum og granskaralesandi - gransking, menning og nýskapan á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og   vinnufyritøkur - gransking, mennin og nýskapan, ið hava týdning í føroyskum høpi.

Stuðul verður latin til ymisk sløg av verkætlanum: - smærri verkætlanir við stytri tíðarætlan - post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár - ph.d.-verkætlanir.

Tað er ein fyrimunur at: - verkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri granskarar - verkætlanin fevnir um samstarv millum granskarar,  granskingarumhvørvi   og vinnuna - umsøkjari fær stuðul aðrastaðni eisini.

Umsóknir skula skrivast á skandinaviskum ella enskum máli á serligt oyðublað, ið fæst á skrivstovu ráðsins og kann heintast á heimasíðuni. Skrivlig vegleiðing fæst á somu støðum.

Umsóknarfreist er: 1. september 2005, kl. 12.00

Stuðul kann søkjast, sjálvt um verkætlanin ikki er innan raðfestu økini.
Umleið 3,7 mio. kr. eru tøkar til nýggjar verkætlanir.

Sí lýsing