Skriva út
Lagt út: 09.09.2020

Skrá fyri Vísindavøku 2010

Framsýningar og tiltøk 23. og 24. september: 

Kl. 16 – 21 Øll søvnini í býnum hava opið – sí lýsing av søvnunum og kort! Býarbókasavnið, Fornminnissavnið, Jarðfeingi, Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið,  Náttúrugripasavnið og Sjósavnið hava opið báðar dagarnar. Listasavnið hevur opið hósdagin 23., tá er ókeypis atgongd.

Kl.16 – 21 “Eygleið, tekna og gev víðari”. Teknikapping fyri børn 2-12 ár í samband við Savnsfagnaðin.  Lat eyguni upp, ver forvitin. Heimurin er fullur av stuttligum lutum og merkisverdum tilburðum. Eygleið teir, tekna teir og gev teir víðari. Teknibásur í hølunum hjá Granskingarráðnum og á Barnabókasavninum.

Kl. 16 – 19 Fólk frá First Lego League vísa fram og greiða frá. Kom og hygg og royn teg. Í hølunum hjá Granskingarráðnum.

Kl. 16 – 19 Alis- og evnafrøðilærarar í Hoydølum gera sýnisroyndir. Møguleiki verður fyri at royna okkurt eisini. Á Fiskasølutorginum.

Kl. 16 – 21 Framsýning  av elektriskum burturkasti. Kommunala Brennistøðin og Umhvørvisstovan greiða frá týdninginum av at lutir, ið brúka streym ella battarí, verða burturbeindir, soleiðis at hetta ikki elvir til dálking av okkara umhvørvi. Á Fiskasølutorginum.

Kl. 17 – 18  Gongutúrur á Tinganes har Rolf Guttesen vísir runt og greiðir frá “Sporum í Tinganesi”. Framsýning av myndum úr bókini á Fiskasølutorginum.

Kl. 17 - 19 Kanna tína konditión v.m. saman við Maluni Egholm, samskipara á MARK. Fiskasølutorgið ella hølini hjá Granskingarráðnum.

Kl. 17 – 21 Fiskasuppa frá Birgiri Enni fæst til keyps á Fiskasølutorginum.

Kl. 19 – 21  Frá fjøðurpenni til teldu * skriftin fyrr og nú. Bæði skriftin og skriviamboðini eru broytt nógv gjøgnum tíðirnar. Landsskjalasavnið fer at vísa fram ymisk skjøl, sum vísa, hvussu skriftin hevur broytt seg. Royn eisini at skriva gamla skrift, við gomlum skriviamboðum, t.d. fjøðurpenni.

Kl. 19 – 20  Luttak í Oilsim-skeiði: Telduspælið, har tú ert oljufelag, sum leitar eftir olju og gassi í undirgrundini. Um tú vinnur spælið, ert tú oljusheikur og milliarderur. Lær á henda hátt, hvat tað er Simprentis í nógv ár hevur havt skeið um runt um í heiminum. Ólavur Ellefsen, stjóri, leiðir skeiðið í fundarhølum á Bryggjubakka. Avmarkað luttøka. Tilmelding á gransking@gransking.fo

Kl. 20.30 Um viðrar, far so við stjørnufrøðingi og hygg og lær meira um stjørnuhimmal okkara. Vit hittast á Fiskasølutorginum í Vágsbotni.  
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum orsakað av veðri og øðrum.
 
Fyrilestrar og kjak í Perluni: 
Hósdagur 23. september

16.15  Svend Højgaard, Landsbókasavnið:  “Hvønn týdning hava sosialar- og fysiskar umstøður fyri vitanardeiling”

17.00 Pál Weihe, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu: “Immunverjan ávirkast av dálkandi evnum í havinum”

17.45 Jóhanna Olsen, Umhvørvisstovan:  “Hví er tað týdningarmikið, at lutir, ið antin brúka streym ella battarí, ikki enda í vanliga ruskposanum?”

18.30 Rúni Weihe, Havsbrún:  “Tú verður tað, tú etur – tað verður laksur eisini”

19.15 William Simonsen, Náttúrugripasavnið:  ”Skordýr í føroysku náttúruni”

20.00 Pól Jespersen, Vitanarstovnurin:  “Stjørnuhimmalin”

Fríggjadagur 24. september 
16.15  Malan Egholm, Fólkaheilsuráðið, og Pál Weihe, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu: “MARK-kanningar (Motión, Alkohol, Royking, Kostur) – lívsstílur og heilsustøða hjá føroyingum”

17.00 Arnbjørn Dalsgarð, Landsbókasavnið:  “E-tilfeingi. Um samstarv millum Landsbókasavnið og aðrar vísindaligar stovnar um atgongd til elektróniskar vísindatænastur á alnetinum”

17.45 Nicolina Beder: “Ymist um ull í Føroyum” 19.00 Bjarni Mikkelsen, Náttúrugripasavnið:  “Ferðing hjá hvali og kópi”

19.45 Uni Árting, Jarðfeingi: “Eyðafjallajøkull legði Evropa lamið, hvat hendir nú?”

20.30 Hans Andrias Sølvará, Søgu- og Samfelagsdeildin: “Gudfrøðistreymar og trúarligar vekingarrørslur í Føroyum og Íslandi”