Skriva út
Lagt út: 03.09.2021

Vísindavøka á ferð 2021

Í ár var Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 15. til 22. september. Talan var um fýra tiltøk, á Sandi, í Runavík, í Klaksvík og í Sørvági, sum vóru skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki vóru tvær-tríggjar framløgur, 20-25 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.

Eisiin var vitjað á nøkrum skúlum. Framløgurnar í pdf eru at finna niðanfyri.

Sands Bókasavn mikukvøldið 15. september kl. 19

"Skolen settes paa Sands.” Ætlan um bygdaskúlar í Føroyum 1737.
Jákup Reinert Hansen, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Føroyska undirgrundin sum CO2 goymsla
Óluva R. Eidesgaard, Jarðfeingi

Náttúruyrking frá landslagi til vistfrøði
Malan Marnersdóttir, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið

Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 20. september kl. 19

Í Roynd og Veru: Hybrid og grøna loysnin - Hvussu kann ferðslan á landi og sjógvi gerast leys av olju.
Kári Mortensen, Umhvørvisstovan

Samstarvið millum frítíðarskúla og skúla: Hvat riggar, og hvat krevur ábót?
Rúna í Skála, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

"Beware of little expenses; a small leak will sink a great ship”: a case study of the North Atlantic pelagic fisheries
Zvonko Mrdalo, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Glasir týsdagin 21. september 

Koppseting og falskunning - dømi: infertilitetur
Janus Vang, iNOVA

Álit á vísindaligar og politiskar myndugleikar
Heini í Skorini, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Føroysk purisma
Jógvan í Lon Jacobsen, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið

Falstíðindi í søgu og keldukritikkur
Hans Andrias Sølvará, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Vinnuháskúlin 21. september
Í Roynd og Veru: Hydrography in the 21st Century on the Faroe Islands
Gethin W. Roberts, Umhvørvisstovan

Miðnám í Vestmanna
Í Roynd og Veru: Hybrid og grøna loysnin - Hvussu kann ferðslan á landi og sjógvi gerast leys av olju.
Kári Mortensen, Umhvørvisstovan

Sildaútbreiðsla í Norskahavinum um várið síðstu 25 árini
Sólva Eliasen, Havstovan

Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 21. september kl. 19

Føroyskur fiskivinnupolitikkur seinastu gott 40 árini
Hans Ellefsen, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið  

Náttúran í Koltri
Jón Aldará, Tjóðsavnið

Í Roynd og Veru: Sólorka - Royndir við sólorku í Føroyum. Loysir tað seg?
Bjarti Thomsen, Umhvørvisstovan

Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 22. september kl. 19

Føroysk purisma
Jógvan í Lon Jacobsen, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetrið

Í Roynd og Veru: Grundvatn - Hvussu vatnið í undirgrundini kann brúkast til veiting av brúksvatni og leiklutin, sum vatnið hevur í samband við jarðhita.
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan