Skriva út
Lagt út: 13.10.2023

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan

Løgtingið hevur sett Ráðið fyri gransking, menning og mýskapan at ráðgeva Føroya landsstýri um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan telur formann og seks limir, sum landsstýrisfólkið í granskingarmálum velur eftir persónligum eginleikum og fakligum førleikum. Ráðslimirnir umboða tilsamans vitan um og royndir við gransking, menning og nýskapan bæði alment og vinnuligt.

Les meira um Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan her.

Ársfrágreiðing

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan legði fram sína fyrstu ársfrágreiðing 29. august 2023.

Ársfrágreiðingin veitir eina støðulýsing og menning av almennu gongdini viðvíkjandi gransking, menning og nýskapan í Føroyum og í mun til altjóða samstarv umframt tilráðingar í hesum sambandi.

Les ársfrágreiðingina hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan her.