Stuðulsskipanir
Granskingarráðið umsitur fleiri ymsar stuðulsskipanir.
Hesar skipanir eru í løtuni virknar:
Grunnurin fyri gransking, menning og nýskapan
Grunnurin fyri gransking, menning og nýskapan hevur til endamáls at stuðla gransking, menning og nýskapan.
Grunnurin fær eina árliga játtan á fíggjarlógini at luta út til stuðul til gransking, menning og nýskapan. Til ber at søkja um stuðul úr grunninum eina ferð um árið. Umsóknarfreistin er 15. februar kl. 12 føroyska tíð.
Les meira her.
Havgransking í Norðuratlantshavi
Granskingarráðið umsitur eina granskingarskrá um havgransking í Norðuratlantshavi við serligum atliti til broytingar í veðurlagnum.
25,5 mió. kr. eru settar av á donsku fíggjarlógini í tíðarskeiðnum 2020-2023 til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi.
Endamálið við granskingarskránni er at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking.
Umsóknarfreist til stóran part av granskingarskránni, upp til umleið 16 mió. kr., var 21. juni 2021. Næsta freist verður væntandi kunngjørd fyrst í mars 2022.
Les meira her.
Arbeiðsmarknaðarátøk
Granskingarráðið umsitur stuðul til smærri kanningar og til granskingarverkætlanir, sum snúgva seg um arbeiðsmarknaðin í Føroyum.
Stuðulin er ætlaður verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera verkætlanir, sum fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og sum hava serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.
Áhugafeløg og stovnar kunnu søkja um stuðul til smærri kanningarverkætlanir. Umsóknarfreistin til smærri kanningarverkætlanir er tvær ferðir um árið, 1. november og 1. mai.
Granskarar kunnu søkja um stuðul til granskingarverkætlanir saman við granskingarstovnum í Føroyum. Umsóknarfreistin til granskingarverkætlanir er 15. februar.
Les meira her.
Stuðul til vísindaligar útgávur
Granskingargrunnurin umsitur pening, sum skal brúkast til at stuðla føroyskum vísindastarvi.
Peningurin skal fyrst og fremst verða nýttur sum stuðul til útgávu av javnlíkamettum (“peer reviewed”) vísindaverkum, ið stuðla føroyskt vísindastarv. Í øðrum lagi ber til at stuðla øðrum neyvari lýstum átøkum.
Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær verða móttiknar.
Les meira her.
Hesar skipanir eru ikki virknar í løtuni:
Sjúkrakassagrunnurin
Granskingarráðið fekk í 2014 ábyrgdina av at umsita og útluta peningin, ið sjúkrakassarnir kring landið áttu, tá teir vórðu avtiknir fyri nøkrum árum síðani. Stuðul kundi søkjast til átøk og verkætlanir, sum kundu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki vóru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars.
Eingin tøkur peningur er nú eftir.
Les meira her.
Vinnu ph.d.-gransking
Granskingarráðið hevur umsitið eina skipan, ið veitti stuðul til vinnu phd.-verkætlanir úr skipan. Skipanin var stovnssett við peningi, sum Granskingarráðið hevði fingið úr Minningargrunninum hjá Dánjali Niclasen.
Eingin tøkur peningur er nú eftir.
Les meira her.
Stuðul til Horizon umsóknir
Fyri best at gagnnýta avtaluna við ES um luttøku Føroya í Horizon granskingarskránni og fyri at lætta um hjá stovnum og virkjum í sambandi við umsóknararbeiðið, hevur Granskingargrunnurin latið stuðul til teirra, sum arbeiða ítøkilliga við umsóknum.
Í løtuni er hendan skipanin ikki virkin.
Les meira her.
Stuðul til COVID-19 átøk
Granskingarráðið hevur latið stuðul til granskingarverkætlanir í sambandi við COVID-19. Stuðulin kom frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og fleiri vinnufyritøkum.
Hendan skipanin er ikki longur virkin.
Les meira her.