Skriva út

Granskingarráðið

Granskingarráðið er sambært løgtingslóg almennur stovnur, sum umsitur ein eksternan grunn, hvørs endamál er at stuðla gransking.

Granskingarráðið kunnar um stuðulsmøguleikar úr Granskingargrunninum, Horizon og smærri grunnum, sum Granskingarráðið umsitur, vegleiðir umsøkjarum og umsitur játtaðar verkætlanir. Ein faknevnd viðger og tekur støðu til umsóknir um stuðul til gransking.

Føroyska NCP-tænastan, sum er kravd í sambandi við granskingarsamstarvið við ES, er staðsett í Granskingarráðnum. EURAXESS tænastan, sum er kunningartænastu til granskarar, sum ynskja at koma til Føroya ella at fara út í heim at granska, er eisini staðsett í Granskingarráðnum.

Granskingarráðið kunnar breitt um gransking, granskingarúrslit og annað umvegis heimasíðu, tíðindabræv og sosialar miðlar. Granskingarráðið skipar fyri ymsum tiltøkum, m.a. verkstovum fyri granskarar og árligu Vísindavøkuni, sum í stóran mun er uttanhýsis fíggjað.

Í fyrisitingini hjá Granskingarráðnum eru fimm starvsfólk,  sí her

Játtan

Tvær ymiskar játtanir eru á løgtingsfíggjarlógini til stovnin. Onnur játtanin - stovnsnummar 131184 - er til Granskingargrunnin. Hetta er peningurin, sum verður játtaður til granskingarverkætlanir.

Hin játtanin - stovnsnummar 133015 - er til Granskingarráðið og tað er til rakstur av fyrisitingini, bæði av Granskingargrunninum og Horizon uppgávunum.

Konta:2013201420152016201720182019202020212022
1311846582700065007500750083008300750075007500
1330152348234823482348237724322464251930643064


Yvirlit yvir, hvør hevur fingið játtan úr Granskingargrunninum til verkætlanir síðani 1996, sæst her