Stuðul til gransking, menning og nýskapan

Í ár eru økini "Mentan", "Náttúra og náttúrutilfeingi" og "Tøkni" raðfest, soleiðis at verkætlanir innan hesi øki hava serligan fyrimun.

Stuðul verður latin: - føroyskum granskarum og granskaralesandi - gransking, menning og nýskapan á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og   vinnufyritøkur - gransking, mennin og nýskapan, ið hava týdning í føroyskum høpi.

Stuðul verður latin til ymisk sløg av verkætlanum: - smærri verkætlanir við stytri tíðarætlan - post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár - ph.d.-verkætlanir.

Tað er ein fyrimunur at: - verkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri granskarar - verkætlanin fevnir um samstarv millum granskarar,  granskingarumhvørvi   og vinnuna - umsøkjari fær stuðul aðrastaðni eisini.

Umsóknir skula skrivast á skandinaviskum ella enskum máli á serligt oyðublað, ið fæst á skrivstovu ráðsins og kann heintast á heimasíðuni.

Skrivlig vegleiðing fæst á somu støðum.

Umsóknarfreist er: 1. september 2008, kl. 12.00

Stuðul kann søkjast, sjálvt um verkætlanin ikki er innan raðfestu økini.

Treytað av játtan á løgtingsfíggjarlógini eru umleið 6,8 mió kr. tøkar til nýggjar verkætlanir.