Skriva út
Lagt út: 26.08.2024

Vísindavøka 2024

Vísindavøkan 2024 verður í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin tann 27. september.

Á skránni verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan.

Framløgur verða í Kongshøll á 4. hædd frá kl. 8.30-15.30. Tá verður miðlafagnaður við snarrøðum og handan av ársins miðlaheiðursløn.

Uttanfyri verða tiltøk fyri børn og vaksin. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir, meðan Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. Á Svalanum kring matstovuna Silo verða eisini ymisk tiltøk til stór børn og vaksin.

Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis.

Skráin fyri Vísindavøkuna og Vísindavøku á ferð síggjast í vinstra bredda.

Sendingar í KVF og annað tilfar frá undanfarnum Vísindavøkum síggjast á vísindavøka.fo