Skriva út
Lagt út: 11.03.2021

Marie S. Curie Actions - flytføri

Skipanin við flytføri millum lond er ógvuliga meinlík henni í Horizon 2020. Skipanin nevnist Marie Sklodowska-Curie Actions, MSCA.

Meginreglan er, at granskarin flytur til annað land í eitt tíðarskeið og fær nýggjar royndir, sum eru viðkomandi fyri yrkisleiðina sum granskari.

Stórur dentur verður lagdur á tey trý i'ini: International, Intersectoral og Interdisciplinary.

5 økir eru í MSCA:

1. MSCA Doctoral Networks - netverk, sum útbúgva ph.d. kandidatar

2. MSCA Postdoctoral Fellowships - fyri granskarar, sum hava ph.d.

3. MSCA Staff Exchanges - fyri starvsfólk í størvum, sum hava samband við gransking

4. MSCA Cofund - útbúgvingarskráir, sum verða fíggjaðar bæði úr Horizon og úr heimlandinum

5. European Researchers' Night - tiltøk, sum miðla gransking. Vísindavøka.

Vitja síðuna hjá ES her

Les meira á síðuni hjá NCP netverkinum her

Arbeiðsskráin (work programme) fyri 2023-2024 liggur her