Teknikapping fyri børn og ung - hvat ger ein granskari?
Hvat ger ein granskari? Hvussu sær arbeiðsplássið út? Úti ella inni? Hvat verður granskað? Hvussu ímyndar tú tær gerandisdagin hjá einum granskara?
Tekna okkum boð, fegin litføgur boð, uppá allar ella onkran av hesum spurningum. Granskingarráðið skipar fyri eini teknikapping fyri børn og ung sum upphiting til Vísindavøkuna.
Vit hava gjørt eitt skjal, sum til ber at taka niður her og prenta.
Tað ber væl til at brúka ein skúlatíma til at tekna og tosa um gransking. Tað ber sjálvandi eisini til at tekna sjálvi heima.
Tey, sum hava hug at luttaka, kunnu tekna eina mynd á hetta skjalið. Skriva navn, skúla og flokk á. Tak myndina við á Vísindavøku fríggjadagin 26. september og koyr hana í kassan, sum er á borðinum hjá Granskingarráðnum á Svalanum. Ella skanna og send okkum myndina við telduposti á gransking@gransking.fo í seinasta lagi 30. september.
Aftaná fer Granskingarráðið at velja upp til 3 vinnarar, sum fáa 500 kr. hvør.
Við at luttaka góðtaka tit, at vinnaramyndirnar og onkrar afturat verða vístar á gransking.fo og á sosialu miðlum okkara.