Havgransking Lýsing
Skriva út
Lagt út: 02.03.2021

Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi 2020

Fyrsti partur av granskingarskránni Havgransking í Norðuratlantshavi, umleið 4 mió. kr., varð lýstur leysur at søkja í 2020.

Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan var 2 mió. kr. Ætlanin var at lata stuðul til tvær ella tríggjar verkætlanir.

Tað var ein treyt fyri at fáa játtan, at granskingarstovnar í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum samstarva um verkætlanina. Granskingarstovnar úr øðrum londum kundu luttaka við egnari fígging.

Umsóknarfreistin var 21. september 2020 kl. 12.

Lýsing eftir umsóknum við nærri greining av krøvum og treytum er at finna her.

Umsóknir skuldu skrivast á serligt oyðublað, ið kann heintast her.

---

Granskingarnevndin avgjørdi á fundi 14. desember 2020 ikki at játta stuðul til nakra av umsóknunum á hesum sinni, men í staðin flyta tær 4 milliónirnar, ið vóru tøkar í fyrsta parti av skránni, til 2021. 

Avgerðin hjá Granskingarnevndini varð tikin eftir tilmæli frá faknevndini, sum er mannað við serfrøðingum úr Føroyum, Grønlandi, Danmark, Íslandi og Noregi. Umsóknirnar vórðu frammanundan mettar av altjóða granskarum.

Tær 4 milliónirnar, ið vóru tøkar í 2020, vórðu lagdar afturat teimum 6 milliónunum, ið vóru tøkar at játta í 2021.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum