Nú kanst tú søkja um

Stuðul til gransking

Stuðul verður latin: - føroyskum granskarum og granskaralesandi - gransking, menning og nýskapan á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur - gransking, menning og nýskapan, ið hava týdning í føroyskum høpi.

Stuðul verður latin til ymisk sløg av verkætlanum: - Ph.D.-verkætlanir. - post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár - smærri verkætlanir við stytri tíðarætlan - granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking
Tað er ein fyrimunur at: - verkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri granskarar - verkætlanin fevnir um samstarv millum granskarar, granskingarumhvørvi og vinnuna

Tað verður kravt at: - í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingargrunninum. Undantak kann tó gerast fyri Ph.D. verkætlanir.
Minstamark fyri stuðli til verkætlanir er 80.000 kr.
Umsóknir skula skrivast á skandinaviskum ella enskum máli 
á serligt oyðublað, ið fæst á skrivstovu ráðsins og kann heintast á heimasíðuni. Skrivlig vegleiðing fæst á somu støðum.
Gevið gætur broyttu mannagongdina, har vit nú bert skulu hava umsóknir við telduposti. Sí nágreinilig krøv á www.gransking.fo 

Umsóknarfreist er: 1. september 2010, kl. 12.00 føroyska tíð. (Í 2011 verður árliga umsóknarfreistin flutt fram til 15. februar)

Umleið 7 mió kr. eru tøkar til nýggjar verkætlanir.