Skriva út

Frí atgongd til granskingarúrslit

Alt fleiri lond stuðla Open Access ella frítt atgeingi hugsanini. Semja er um, at størri ávirkan fæst av granskingini við at tryggja ótarnaða og ókeypis talgilda atgongd fyri øll til alment fíggjað granskingarúrslit. Open Access økir um nýtslumøguleikarnar av feskastu granskingarúrslitunum.

Granskingarnevndin samtykti 5. mars 2014, at Granskingarráðið í prinsippinum skal taka undir við Open Access politikki fyri vísindaligt arbeiði, sum er fíggjað úr Granskingargrunninum.

Granskingarráðið hevur skrivað undir The Berlin Declaration on Open Access to Knowledge in the Sciences and Humanities og formliga fráboðað, at tað tekur undir við Principles on Open Access to Research Publications hjá felagsskapinum Science Europe.

Stuðul úr Granskingargrunninum er treytaður av, at verkætlanir í størst møguligan mun eru fevndar av Open Access.

Til ber at søkja stuðul frá Granskingarráðnum til Open Access útgávur her.

Open Science

ES nevndin hevur samtykt ein Open Science politikk, ið hevur til endamáls at spjaða vitan so skjótt sum gjørligt: 
ES nevndin um Open Science
Horizon Europe Open Science

Eisini UNESCO hevur tilmælir um Open Science:
UNESCO Recommendation on Open Science

Norðurlond hava eisini samtykt reglur um Open Access og Open Science: 
Danmark - Uddannelses- og Forskningsministeriet
Noreg - Forskningsrådet
Svøríki - Vetenskapsrådet

Mynd: UNESCO