Skriva út
Lagt út: 31.08.2020

Árin av COVID-19 á heilsustøðuna hjá áttati ára gomlum føroyingum

Verkætlanarleiðari Eina H. Eliasen

Stutt lýsing Føroyska samfelagið niður í fer, tilmæli um ikki at samlast í bólkum og sosial avbyrging eru tiltøk, hvørs endamál er at verja tey veiku og okkara eldru borgarar móti farsóttarsjúkuni COVID-19, sum herjar um allan heim í hesum tíðum. Hevur hetta eydnast, og hvørji árin hava tiltøkini á heilsustøðuna hjá okkara eldru borgarum? Endamálið er at kanna ávirkanina, sum COVID-19 hevur á sálarheilsuna (m.a. nøgdsemi við lívi, lívsgóðskuna, tunglyndi og sjálvsuppfatan av heilsu) hjá einum bólki av áttati ára gomlum føroyingum (Sjeytiára- kohortan), og samanbera úrslitið við sálarligu heilsustøðuna fyri á leið einum ári síðani hjá somu fólkum.

Tíðarskeið 01.06.2020-31.12.2020 (Verkætlanin lokað)

Toymi Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Stuðlar COVID19 átakið hjá Granskingarráðnum, In kind fígging av arbeiðsplássi.

Samband eina@health.fo

Útgávur "Tey eldru og koronutíðin", Grein í Frøði 2/2020.

Les meira www.health.fo