Skriva út

Sjúkrakassagrunnurin - høvuðsøki 3

Stuðul til at menna gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar viðkomandi føroyskar stovnar fyri at menna heilsuøkið í Føroyum

Stuðul verður latin til at menna gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar viðkomandi føroyskar stovnar á trimum raðfestum heilsuøkjum. Avtala verður gjørd við viðkomandi stovn/ar.

Tey raðfestu økini eru:

3.1 Master útbúgving (ígongdsetan)

Granskingargrunnurin kann gera avtalu við Fróðskaparsetur Føroya um stuðul í sambandi við, at Fróðskaparsetrið setur í gongd masterútbúgving/ar í heilsuvísindum og sosialum arbeiði. Hesar útbúgvingar kunnu t.d. vera fyri bioanalytikarar, ergoterapeutar, fysioterapeutar, jarðarmøður, lærarar, námsfrøðingar, sosialráðgevar, radiografar og sjúkrarøktarfrøðingar.

Tørvur er á førleikamenning og uppstigan av fólki við miðallongum útbúgvingum innan heilsu- og almannaverk, so vit fáa eina meira munadygga og fjøltáttaða gransking í og vitan um heilsustøðuna hjá føroyingum. Av tí at livikor, vandatættir og fólkasjúkur eru so nær tengd at hvørjum øðrum, er neyðugt við eini heildarfatan av heilsuviðurskiftunum og harvið við miðvísum, munadyggum og samskipaðum heildartiltøkum.

3.2 Serlig sjúkrakassa-ph.d. skipan

Stuðul verður latin til eina ella fleiri ph.d. verkætlanir innan heilsuvísind, fólkaheilsu ella sosiala heilsu, t.d. sjúkrarøkt, læknavísind ella sosialvísind.

Ph.d. lesandi, ið fáa stuðul, skulu vera innskrivaði á Fróðskaparsetri Føroya.

3.3 Vísindastarvsfólk í heilsuvísindum/fólkaheilsu/sosialari heilsu

Sum liður í at menna gransking á ella granskingarsamstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar viðkomandi føroyskar stovnar, sum skal menna heilsuøkið, kann Granskingargrunnurin gera avtalu um stuðul til virksemið hjá leiðandi vísindastarvsfólkum í heilsuvísindum, fólkaheilsu ella sosialari heilsu.

Til høvuðsøki 3 eru 7 milliónir kr. tøkar.

Atlit skal takast til, at stuðulin skal gagna øllum økjum í landinum.

---
Týsdagin 8. desember 2015 var samkoma í Heilsu og Innlendismálaráðnum, har avtala um stuðul til at menna granskingarsamstarv á Heilsuøkinum varð undirskrivað. Talan er um 7 mill. kr. sum verða latnar úr Sjúkrakassagrunninum til samstarv millum Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Avtalan er úrslit av drúgvum tingingum, sum hava verið millum Granskingarráðið, sum umsitur Sjúkrakassagrunnin, og samstarvsstovnarnar.

Les meira her