Føroyskt íkast til stevnu hjá ES um Arktis
Føroyar hava latið íkast til hoyring hjá ES um politikkin í Arktis - the update of EU’s Arctic Policy.
Føroyar eru grannar hjá Evropasamveldinum og eru staðsettar í arktiskum øki í Norðurevropa. Føroyar eru partur av Evropa ikki bara landafrøðiliga, men eisini tí vit hava søgulig bond, mál og mentan av sama uppruna og felags evropeisk virðir um frælsi, fólkaræði, mannarættindi og lóggávu.
Føroyar luttaka í kanska mest avgerðandi amboðnum hjá ES í Arktis, nevniliga rammuskránni um gransking og innovation, Horizon Europe. Mett verður, at gransking og innovation fer at geva nýggja vitan og menna økini í Arktis.
Føroyskir granskarar luttaka í verkætlanum, sum kanna veðurlagsbroytingar, hav og tilfeingi, orku og nýggja tøkni, eins og onnur viðkomandi økir, sum geva betri kunnleika til Arktis og økini við Arktis. Nakrar av verkætlanunum eru: EduArctic, ArcticHubs, ARCSAR, INTERACT, ClimeFish, PrimeFish, Blue-Action and AtlantOS.
Havstovan luttekur í EUROFLEETS+, sum fer at geva granskarum úr Evropa atgongd til nýggja havransóknarskipið Jákup Sverra.
Sí eisini grein um arktiskar verkætlanir her
Les føroyska íkastið her
EU Arctic policy kann lesast her
Myndin er frá Arctic Centre, University of Lapland