Skriva út
Lagt út: 27.02.2023

Ársins Vitanarfróðu 2023

Vit bjóða øllum næmingum at vera við í granskarakappingini Ársins Vitanarfróðu.  Freistin at senda tilfar inn til kappingina er 10. mai 2023. Tilfarið skal sendast inn við telduposti til gransking@gransking.fo

Soleiðis gera tit

Tit mugu arbeiða saman sum flokkur ella í minsta lagi 5 næmingar. Tit kunnu granska okkurt, sum undrar tykkum. Nýtið arbeiðsháttin hjá teimum Vitanarfróðu. Skrivið eina frágreiðing um tykkara gransking og sendið okkum hana. Kappingin er serliga ætlað 4. - 7. flokki, men onnur áhugað eru eisini vælkomin at luttaka.

Tit kunnu granska tað, tit hava hug til og í øllum fakum, eisini við at arbeiða tvørfakligt.

Ársins Vitanarfrøðu er ein kapping, men tit kunnu sjálvandi og vónandi eisini, arbeiða líka sum tey Vitanarfrøðu árið runt, tí hesin kanningarhátturin er bæði góður, stuttligur og forvitnisligur at brúka á læruleiðini í skúlunum.

Leistur til frágreiðingina

Tit mugu nýta hetta skjalið til frágreiðingina. Ein lærari má standa á sum kontaktfólk. Minnist til at fylla allar teigarnar út. Tit eru vælkomin at seta nógvar myndir inn í frágreiðingina, har tit halda tað vera hóskandi.

Tað er einki beinleiðis mark fyri, hvussu long frágreiðingin kann vera, men tað er týdningarmikið, at øll stigini í arbeiðsgongdini verða lýst. Sí hvussu tey Vitanarfróðu arbeiða her

Meting av frágreiðingum

Tað eru ein fólkaskúlalærari, ein granskari, eitt umboð fyri Nám, eitt umboð fyri Strok og eitt umboð fyri Granskingarráðið, sum fara at lesa allar frágreiðingarnar og at meta um, hvør vinnur.

Vinningar

Allir flokkar, sum luttaka, fáa prógv fyri, at teir hava verið við.

Flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 5000 kr., heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu 2023 og vitjan av einum granskara.

Íblástur frá Nysgjerrigper

Ársins Vitanarfróðu er skipað eftir leisti hjá Nysgjerrigper í Noregi. Vit hava gjørt skipanina einfaldari og lagað hana til føroysk viðurskifti. Tørvar tykkum íblástur, ber væl til at fáa tað á síðuni hjá Nysgjerrigper her

Í føroysku Nátturu og tøkni-lærubókini "Gaia 4" frá 2021, verður eisini komið inn á okkara kapping og annars greitt frá kanningarháttinum hjá teimum Vitanarfróðu, hvat ein góður spurdómur er og dømir um evnir tikin fram.

Nýtsla av tilfari

Vit tilskila okkum rætt at leggja innkomna tilfarið frá kappingini út á heimasíðu okkara og nýta tað í arbeiðinum annars. Tí biðja vit tykkum vátta í frágreiðingini, at tit geva loyvi til tess.

Tað kann t.d. vera, at vit skriva, hvussu nógvir flokkar hava verið við í kappingini og vísa myndir av flokkinum ella onkra mynd, sum tit hava sett í frágreiðingina. Tað kann eisini vera, at vit fortelja um spurdómarnar ella um onkur av úrslitunum. Tað kann eisini vera annað, sum vit halda er kul ella stuttligt at fortelja. Vit kunnu gera hetta ymsastaðni, t.d. á gransking.fo, á facebooksíðu okkara, í Vísindavøkublaðnum ella í útvarpinum. Tað merkir eisini, at onnur kunnu koma at brúka tilfarið, t.d. fjølmiðlar og aðrir næmingar.

Vit lova, at vit ongantíð fara at nýta hetta tilfarið á nakran neiligan hátt.

Til lærarar

Vegleiðing til lærarar er (á norskum) her