Skriva út
Lagt út: 31.08.2020

COVID-19 granskingarverkætlanir í Føroyum 

Fleiri verkætlanir eru og hava verið í Føroyum, har tað verður granskað í COVID-19 tengdum viðurskiftum. Flestu verkætlanirnar eru fíggjarliga stuðlaðar av COVID-19 átakinum hjá Granskingarráðnum, men ikki allar.

Niðanfyri er yvirlit yvir granskingarverkætlanir í COVID-19 býttar sundur í verkætlanir á hug- og samfelagsvísindaliga økinum og á heilsu- og náttúruvísindaliga økinum. Fyri hvørja verkætlan er ein útgreining á eini undirsíðu.

Hug og samfelagsvísindi

Luturin og týdningurin, sum stuðlandi leiðsla hjá lærarum í føroyskum fólkaskúlanum hevur í COVID-19 tíðini

Kristnilív heima: Hvussu tillaga kirkjur og samkomur í Føroyum seg í sambandi við COVID-19 farsóttina

Korona dagbók

Politisk leiðsla og samskifti í undantaksstøðu - hvussu Føroyar loftaðu koronakreppuni

Leikluturin hjá serfrøðingum og vísindaligum myndugleikum undir korona-undantaksstøðuni

Ávirkanin av COVID-19 á fiski- og alivinnu og avleiðingar fyri føroyska búskapin

Støðan hjá næmingum í "Koronaskúlanum"

Pedagogisk atlit og avbjóðingar, tá skift verður frá staðbundnari til netbundna undirvísing eftir fáum døgum

Heilsu og náttúruvísindi

Sjúkueyðkenni hjá fólki, sum eru smittað við COVID-19

Hvussu nógv fólk í Føroyum hava andevni í blóðinum móti koronavirusi?

Smittustøðan hjá teimum, sum hava verið í viðmæltum sóttarhaldi

Innsavnan og forkanning í sambandi við COVID-19

Korona í Føroyum – kanningar av smittutølum, sjúkueyðkenni og andevni hjá koronasjúklingum í Føroyum

Finnast variantar av koronavirus í Føroyum, sum kunnu nýtast í greining av, hvar koronavirus kemur frá, og hvussu koronavirus spjaðist millum fólk?

Hvussu verður sálarheilsan hjá barnakonum ávirkað av COVID-19 kreppuni og víðkaðu varsemisreglunum hjá Sundhedsstyrelsen?

Árin av COVID-19 á heilsustøðuna hjá áttati ára gomlum føroyingum

Sálarheilsan hjá føroyskum arbeiðstakarum undir COVID-19 átøkunum

Ávirkar ílegusamansetingin hjá einstaklinginum sjúkugongdina hjá COVID-19 smittuni?

TechSolns