Skriva út
Lagt út: 24.10.2022

Søgan um Granskingarráðið

Granskingarráðið varð sett á stovn við lóg frá 20. mai 1996. Fyrstu árini var talan um eina ráðgevandi nevnd, sum gav landsstýri og løgtingi ráð á granskingarøkinum og læt tilmæli til Undirvísingar- og Mentamálaráðið um, hvørjar umsóknir um gransking áttu at verða stuðlaðar.

Landsstýrisfólkið í granskingarmálum tilnevndi sjey fólk í Granskingarráðið, ið vóru granskarar ella granskarakøn, og sum so vítt gjørligt umboðaðu ymisku granskingarøkini.

Fyrisitingin av Granskingarráðnum var partur av fyrisitingini á Fróðskaparsetrinum. Eitt fjórðings starvsfólk var sett av til uppgávuna.

Í 2002 kom nýggj lóg um gransking. Ein granskingargrunnur varð settur á stovn, og Granskingarráðið varð skipað við egnari fyrisiting og nevnd, sum fekk heimild at játta stuðul til fleiri ára verkætlanir. Granskingarráðið skuldi framhaldandi ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum.

Í 2006 varð lógin um gransking broytt. Føroya Vísindaráð varð sett á stovn, og heitið fyri ovastu leiðsluna í Granskingarráðnum varð broytt til Granskingarnevndin.

Í 2011 samtykti Vísindaráðið fyrsta yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya undir heitinum Vitan & Vøkstur.

Granskingarráðið hevur, síðani tað varð umskipað við Granskingargrunninum í 2002, játtað stuðul til umleið 260 verkætlanir.

Samstarv við ES

Í 2007 setti  Mentamálaráðið tvey fólk í starv í Granskingarráðnum at fyrireika granskingarsamstarv við ES. Í 2010 varð avtala undirskrivað við ES um atlimaskap í 7. rammuskránni FP7.

Granskingarráðið fekk ábyrgdina av National Contact Points skipanini, ið veitir møguligum umsøkjarum um granskingarstuðul frá ES kunning og ráðgeving.

Í 2012 fekk Granskingarráðið stuðul frá FP7 til at skipa EURAXESS kunningartænastuna, sum skal gera leiðina fyri granskarar til Føroya smidligari.

Í 2014 komu Føroyar við í Horizon 2020 granskingarskránna, og samstarvið varð víðkað til at fevna um gransking, menning og nýskapan.

Í mai 2022 undirskrivaðu Føroyar og ES sáttmála um føroyskan atlimaskap í samstarvsætlanini fyri gransking og menning hjá ES Horizon Europe, ið er galdandi til 2027.

Vísindavøka

í 2008 samskipaði Granskingarráðið fyrstu ferð Vísindavøku, sum er eitt felags tiltak hjá øllum granskingarstovnunum í Føroyum. Tiltakið hevur verið fyriskipað á hvørjum ári síðani.

Fleiri stuðulsskipanir

Í 2014 fekk Granskingarráðið ábyrgdina av at útluta fæið úr Sjúkrakasagrunninum sum stuðul til heilsugransking og onnur átøk á heilsuøkinum. Granskingarráðið útlutaði frá 2014 til 2021 tilsamans útivið 30 mió. kr. í stuðli úr Sjúkrakassagrunninum.

Í 2015 yvirtók Granskingarráðið ognirnar úr Eik Vísindagrunninum. Peningurin - umleið 1 mió. kr. - hevur fyrst og fremst verið nýttur sum stuðul til útgávu av javnlíkamettum vísindaverkum.

Í 2017 fekk Granskingargrunnurin peningin úr Minningargrunninum fyri Dánjal Niclasen at umsita sum stuðul til vinnugranskingarverkætlanir. Peningurin - 3 mió. kr. - varð nýttur til at stovna eina skipan, ið veitti stuðul til vinnu ph.d. verkætlanir.

Í 2020 tók Granskingarráðið stig til at veita stuðul til granskingarverkætlanir í sambandi við Covid-19. Góðar 3 mió. kr. frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og fleiri vinnufyritøkum vórðu játtaðar í stuðli.

Í 2020 fekk Granskingarráðið til uppgávu at umsita eina játtan uppá 25,5 mió. kr. á donsku fíggjarlógini til havgransking í Norðuratlantshavi. Í 2021 vórðu 14 mió. kr. játtaðar til 4 nýggjar havgranskingarverkætlanir.

Í juni 2022 fekk Granskingarráðið fæið úr Frítíðargrunninum, ið er 10 mió. kr., at umsita. Peningurin skal brúkast sum stuðul til smærri kanningar og granskingarverkætlanir, sum snúgva seg um arbeiðsmarknaðin í Føroyum.

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan

Í 2021 kom nýggj lóg, sum setir felags karmar fyri gransking, menning og nýskapan.

Eitt nýtt ráð fyri gransking, menning og nýskapan varð skipað, ið skal styrkja ráðgevingina til landsstýrið og vinnuna á samlaða økinum og seta mál, eitt nú fyri luttøku í altjóða samstarvi á økinum.

Sjey fólk vórðu vald í ráðið, og ein skrivari varð sett í starv á Granskingarráðnum.

Ein faknevnd við fimm limum varð tilnevnd at játta stuðul til gransking í staðin fyri Granskingarnevndina, sum áður stjórnaði Granskingarráðnum. Granskingarráðið vísir nú beinleiðis til Uttanríkis- og Mentamálaráðið.