Skriva út
Lagt út: 21.04.2022

Vísindavøka 2022

Vísindavøkan 2022 var í Løkshøll í Runavík fríggjadagin 23. september. Hetta var 15. árið á rað, at Vísindavøka varð hildin í Føroyum. 

Evnið á Vísindavøkuni 2022 var Tíðarrák.

Tíðarrøðir hava alstóran týdning fyri gransking. Tíðarrøðir eru lutir, skjøl, mátingar, myndir og upptøkur, ið verða savnað og skrásett regluliga. Tær gera tað gjørligt hjá granskarum at greina tilgongdir, sum hava týdning fyri at skilja fortíð og nútíð og síggja rák, ið leiða inn í framtíðina.

Á Vísindavøkuni 2022 vóru framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð.