Cluster 1 - Heilsa

Cluster 1 - Health - miðar eftir tveimum av teimum fýra strategisku aðalmálunum (KSOs) fyri gransking og nýskapan, sum Horizon Europe hevur sett fyri tíðarskeiðið 2021-2024. Hesi eru:

• At skapa eitt mótstøðuført, fevnandi og fólkaræðisligt evropeiskt samfelag
• At virka fyri einum opnum strategiskum sjálvbjargni gjøgnum menning av nýggjari, talgildari, íverksetandi tøkni, sektorum og virðisketum

Cluster 1 skal eftir ætlan raka fýra sonevnd impact areas:

  • Góð heilsa og atgongd til dygdarheilsurøkt
  • Eitt mótstøðuført ES fyrireikað til komandi hóttanir
  • Talgildar tænastur í hágóðsku til øll
  • Kappingarførur og tryggur dátubúskapur

Umsóknir til Cluster 1 kunnu sendast til seks ymiskar undirbólkar (destinations):

1) Staying healthy in a rapidly changing society:
Sunnari lívsstílur og atburður, sunnari kostur, sunnari umhvørvi, betri próvgrundaður heilsupolitikkur og munadyggari loysnir til heilsuframa og sjúkufyribyrging.

2) Living and working in a health-promoting environment:
Betri fatan av umhvørvisligum, starvsligum, sosialum og búskaparligum heilsuárinum.

3) Tackling diseases and reducing disease burden:
Betri fatan og viðgerð av sjúkum, munadyggari nýggj heilsutøkni, betri førleikar og tilbúgving til at handfara farsóttir og betri sjúklingatrygd.

4) Ensuring access to innovative, sustainable and high-quality health care:
Menning og tilgongd av tryggum og ódýrum loysnum við menniskjum, fólkaheilsu og sterkum heilsuskipanum í miðdeplinum, umframt betri próvgrundaður heilsupolitikkur.

5) Unlocking the full potential of new tools, technologies and digital solutions for a healthy society:
Fevnandi, trygg og etisk menning, veiting, tillaging og nýtsla innan heilsupolitikk og heilsuskipanir.

6) Maintaining an innovative, sustainable and globally competitive health-related industry:
Betri tilgongd av slóðbrótandi tøkni og nýskapan, sum gera ES-limalondini mótstøðuførari og minni bundin av at innflyta avgerandi heilsutøkni.

Arbeiðsskráin (work programme 2023-2024) liggur her.

Les meira um heilsuøkið her.

Framløga um Cluster 1 í Horizon Europe liggur her.

Kunning frá Info-degi liggur her.