Uni Arting Midlaheidurslon 2025
Skriva út
Lagt út: 22.04.2025

Uni Árting fekk miðlaheiðurslønina 2025

Uni Árting fekk miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2025.

Uni Árting er útbúgvin jarðfrøðingur og starvast á Jarðfeingi. Hann er eisini í parttíðar starvi á Rúmdardeplinum á Oslo Universiteti.

Í grundgevingini fyri at lata Una Árting miðlaheiðurslønina varð m.a. sagt:

”Uni Árting dugir sera væl at miðla sína vitan og gransking til almenningin á ein lætt skiljandi, fangandi og kjakkveikjandi hátt. Hann er engageraður og dugir væl at seta sína gransking inn í aktuellar støður og koma við niðurstøðum, sum gera okkum klókari um tað, sum hendir í jarðfrøðini her hjá okkum og aðrastaðni, eisini úti í rúmdini."

------------------

Ársins herðaklapp fyri miðling av gransking

Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Hetta verður gjørt á Vísindavøkuni í Kongshøll fríggjadagin 26. september 2025.

Hvør kann verða heiðraður fyri góða miðling

Talan kann verða um granskara, miðlafólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum.

Granskarar verða oftast mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla vísindaliga, og hetta er sjálvsagt sera týdningarmikil partur av teirra starvi. Samstundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin.

Tað krevjast aðrir og serligur førleikar at kunna meira alment um gransking og granskingarúrslit. Evnini eru ofta bæði umfatandi og torskild, so tað er neyðugt at duga at fortelja søgurnar einfalt og skipað, uttan at tær fyri tað missa sítt virðið.

Hesi eru heiðrað áður:

2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen
2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 - Maria Skaalum Petersen
2023 - Heini í Skorini
2024 - Silas Olofson