Skriva út

Hagtøl

Forkanning um hagtøl

Granskingarráðið hevur í tøttum samstarvi við Hagstovu Føroya gjørt eina forkanning av, hvat krevst fyri at menna hagtøl um gransking, menning og nýskapan (GMN) í Føroyum.

Tað er eitt krav fyri lond, ið vilja luttaka í altjóða GMN-verkætlanum, at tey hava álítandi hagtøl á økinum. Hagtøl eru eisini neyðug fyri at kunna samanbera, hvussu vit klára okkum í kappingini við onnur lond og soleiðis staðfesta lutfalsliga støðið í Føroyum, umframt at hagtøl eru neyðug sum avgerðargrundarlag her heima fyri at kunna stýra okkara GMN-virksemi miðvíst ímóti ynskiligum úrslitum.

Lógin, sum skipar Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan leggur upp til, at hagtøl skulu fáast til vegar, og Granskingarráðið hevur fingið økta arbeiðsmegi til endamálið. Í februar 2022 varð farið undir ítøkiligar forkanningar av, hvat krevst fyri at fáa nøktandi hagtøl.

Forkanningarnar vórðu lagdar fram fyri Mentamálaráðið 22. september. Næsta stig verður at menna spurnabløð og innsavningarskipan, og vónandi verður klárt at fara undir sjálva innsavningina í 2023.

Forkanningin um G&M-hagtøl kann lesast her.

Forkanningin um nýskapanarhagtøl kann lesast her.

Hagtalskanning 2003

Granskingarráðið tók á heysti 2003 stig til at kanna, hvat tað almenna og vinnulívið gera fyri at granska, menna vørur og tænastur og fyri at fremja nýskapan.

Úrslitið av hesi kanningini var ein frágreiðing, sum varð løgd fram á sumri 2007. Frágreiðingin fevnir um 5 bóklingar:

Gransking, menning og nýskapan í Føroyum 2007 
Gransking & Menning í Føroyum 2007 
Nýskapan í Føroyum 2007   
Politikkskipanin í Føroyum 2007  
Metodulýsing  2007 
Samandráttur - G & M og nýskapan í Føroyum 2007