Skriva út
Lagt út: 31.08.2020

Ávirkanin av Covid-19 á fiski- og alivinnu og avleiðingar fyri føroyska búskapin

Verkætlanarleiðari Unn Laksá

Stutt lýsing  Høvuðsendamálið við verkætlanini er at greina ávirkanina av Covid-19 fyri føroyska fiski- og alivinnu og avleiðingarnar fyri føroyska búskapin. Búskaparligu og bygnaðarligu avleiðingarar av Covid-19 vera greinaðar grundað á samrøður og simuleringar av ymiskum Covid-19 støðum (scenario). Avbjóðingarnar og møguleikarnar sum standast av Covid-19 verða eisini lýstar og niðurstøður vera gjørdar um hvussu føroysk fiski- og alivinna og búskapurin sum heild kunnu gerast meira mótstøðufør.

Tíðarskeið 01.05.2020 - 07.10.2020 (Verkætlan lokað)

Toymi Sjókovin og Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið.

Stuðlar COVID-19 átakið hjá Granskingarráðnum.

Samband unn@sjokovin.fo

Útgávur Frágreiðing: Ávirkanin av Covid-19 á fiski- og alivinnuna og avleiðingarnar fyri føroyska búskapin