Skriva út
Lagt út: 21.06.2017

Vinnugransking - ikki virkin

Minningargrunnurin fyri Dánjal Niclasen hevur latið umleið 3 mió. kr. til eina serliga skipan, ið letur stuðul til vinnugranskingarverkætlanir.

Minningargrunnurin varð stovnaður í 1976 við tí endamáli at stuðla ungum føroyingum til víðari útbúgving innan fiskivinnu. Grunnurin hevur verið óvirkin, síðani virksemið hjá Føroya Fiskasølu steðgaði.

Nevndin fyri grunnin gjørdi í samskifti við Granskingarráðið av at avtaka grunnin og lata Granskingarráðnum peningin. Treytin var, at játtan skuldi útlutast við almennum endamáli, føroyskum vinnulívi at gagni, soleiðis sum tað var ásett í upprunaligu viðtøkunum.

Allur peningurin í hesi skipanini er nú útlutaður.