Skriva út
Lagt út: 26.08.2019

Útgávur og miðling

Í sambandi við vísindaligar útgávur verða høvundar bidnir um at upplýsa, hvør hevur stuðlað verkætlanini.

Tey, sum hava fingið stuðul úr Granskingargrunninum, eiga at upplýsa hetta við at vísa til Granskingargrunnin  - á enskum Research Council Faroe Islands. Hvør verkætlan hevur eitt sjálvstøðugt nummar, sum er upplýst í sáttmálanum og sæst í Stuðulsyvirlitinum. Hetta eigur eisini at vera upplýst.

Í sambandi við framløgur og postarar verður eisini roknað við, at tað verður upplýst, um verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum.

Búmerki okkara, sum kann brúkast í hesum sambandi, kann takast niður í jpg ella png.