Skriva út
Lagt út: 30.08.2023

Ársfrágreiðing 2022

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan legði fram sína fyrstu ársfrágreiðing á tiltaki fyri innbodnu í Kongshøll 29. august.

Ráðið skal sambært lógini ráðgeva landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felagshugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan. Landsstýrisfólk, løgtingslimir, aðalstjórar, granskingarstovnsleiðarar og umboð fyri vinnuna vóru boðin við til tiltakið. Harafturat vóru ráðslimirnir og Granskingarráðið. Eini 60 fólk vóru tiltakið.

Átta tilmæli eru til at styrkja gransking, menning og nýskapan í Føroyum. Hóast tað hevur gingið framá á hesum økinum í Føroyum, mugu vit sum samfelag gera nógv meira fyri at brynja okkum til framtíðina. Hetta er í stuttum boðskapurin frá Ráðnum.

Ráðið hevur eftir at hava tosað við umboð fyri granskingarstovnar, vinnuna og við útlendskar gestir valt at gera hesi tilmæli til landsstýrið:

  1. Gransking, menning og nýskapan verða raðfest hægri
  2. Fróðskaparsetrið verður snúningsdepil fyri gransking, menning og nýskapan
  3. Depil fyri gransking, menning og nýskapan verður mentur
  4. Ítøkilig mál verða sett og karmarnir verða styrktir fyri føroyskari luttøku í altjóða samstarvi
  5. Ætlan verður løgd fyri, hvussu Føroyar kunnu verða áhugaverdari fyri granskarar
  6. Grundjáttanir til granskingarstovnar verða øktar og serføroysk granskingarøki raðfest
  7. Greiðar mannagongdir verða gjørdar fyri móttøku av útlendskari fígging
  8. Fíggingarleistir, ið ikki hava verið nýttir í Føroyum áður, verða kannaði

Les alla frágreiðingina her

Sí meira um framløgutiltakið her