Snarrøðukapping 2025
Á Vísindavøkuni tann 26. september fara granskarar aftur at dystast í sonevndari postara-snarrøðukapping. Kappingin snýr seg um heilt stutt at leggja fram innihaldið á einum granskingar-postara. Tiltakið verður skipað soleiðis, at 3-6 granskarar eftir tørni hava hvør sína stutta framløgu, sum skal vera:
- 150 sekund munnlig framseting
- við eini mynd á vegginum, sum er avrit av sjálvum postaranum og
- uttan kjak og spurningar úr salinum
Tú hevur sostatt 2 1/2 minutt at leggja fram tíni úrslit og grundgeva fyri, hví tín gransking er umráðandi, og hví fólk skulu venda sær til tín fyri at fáa meira at vita. Loyvt er ikki at fara út um tíðaravmarkingina.
Vegleiðing
Ger tað einfalt.
- Greið frá, hvat tín gransking snýr seg um
- Greið frá, hvat tú hevur gjørt/gert
- Greið frá tínum úrslitum, og hví tey eru áhugaverd
Skotið verður upp, at tú í tíni framløgu leggur út við eini greiðari staðfesting ella niðurstøðu, sum tú síðani undirbyggir. Tað ger einki, um henda útsøgnin er heldur stórorðað, tí hetta er ”húkurin”, sum skal fanga áhoyraran beinanvegin. T.d. ”Heimsins besti XX er at finna í Føroyum” ella ”Føroyingasøga má umskrivast”.
Orsakað av tíðaravmarkingini verður mælt til, at tú leggur dent á eina høvuðsniðurstøðu úr tíni gransking. Eisini verður mælt til, at tú fyrireikar tína framløgu væl, so hon hóskar til avmarkaða tíðarbilið. Ven framløguna saman við øðrum, eitt nú starvsfeløgum.
Strangt eftirlit er við tíðini, og tú verður steðgað/ur, tá 2 1/2 minuttir eru farnir. Einki minstamark er fyri, hvussu stutt framløgan skal vera, so ert tú liðug/ur áðrenn tíðina, er tað í lagi.
Døming
Ein dómsnevnd við trimum umboðum ger av, hvør vinnarin av postara-snarrøðukappingini er. Av tí at henda kappingin leggur dent á at miðla gransking, so vigar sjálv framløgan mest í dømingini, postarin vigar ikki í hesum sambandi.
Vinningur verður latin fyri bestu postara-snarrøðuna.
Í dómsnevndini eru granskarar og miðlafólk.
Tilmelding
30 minuttir eru settir av til postara-snarrøðukappingina, so pláss er fyri í mesta lagi 6 framløgum. Verða tilmeldingarnar til kappingina fleiri, loyvir fyrireikingarbólkurin til Vísindavøkuna sær at velja millum innkomnu tilmeldingarnar.
Hesi hava vunnið áður:
2020 - Súsanna Poulsen
2021 - Helma Maria Tróndheim
2022 - Jóhannis Danielsen
2023 - Rúna Brimnes Hoydal
2024 - Karin Margretha Húsgarð Larsen