COST - atgongd til altjóða netverk
COST – European Cooperation in Science and Technology – er eitt av størstu og mest víðfevndu granskingarnetverkum í Evropa. Gjøgnum COST kunnu føroyskir granskarar og fakfólk gerast partur av altjóða samstarvi innan øll vísindalig og tøknilig øki og knýta sambond við granskarar, vinnu og myndugleikar kring Evropa.
Samstarvið er skipað í sonevndum COST Actions – virkin netverk, sum vanliga vara í fýra ár og savna granskarar og serfrøðingar um felags avbjóðingar, nýggj granskingarøki og framtíðar loysnir. Umleið 300 COST Actions eru virknar í senn, og á hvørjum ári verða umleið 60 nýggj netverk sett á stovn.
COST er ofta byrjanin til nýggj samstarv, nýggj hugskot og størri granskingarverkætlanir. Kanningar vísa, at luttøka gevur størri sannlíkindi at fáa stuðul úr øðrum altjóða fíggingargrunnum.
Føroysk luttøka
Føroyar luttaka í COST sum Near Neighbour Country og fólk úr Føroyum granskarar kunnu luttaka í COST Actions á jøvnum føti við onnur luttakandi lond.
Granskarar og onnur fakfólk úr Føroyum kunnu søkja um at gerast partur í virknari COST Action. Sum partur í netverkinum ber til at søkja um stuðul til ráðstevnuferðir, ymisk skeið ella til vitjan á stovni í øðrum landi.
Til ber eisini at luttaka í umsóknum um at stovna nýggjar COST Actions. Einasta avmarkingin er, at umsøkjarar úr Føroyum ikki kunu vera høvuðsumsøkjarar, Teir kunnu tó verða partur av leiðslubólkinum, sum søkir.
Hevur tú áhugað í COST møguleikunum mæla vit til at byrja við at leita í yvirlitinum yvir virkin netverk á heimasíðuni hjá COST. Har er eisini upplýsing um, hvussu ein kemur í samband við einstaka netverkið.
Granskingarráðið er umboð fyri COST í Føroyum. Spurningar um luttøku í COST átøkum kunnu sendast til maria@gransking.fo.
Les meira um COST her.