Widening
Widening-skráin hevur sum endamál at økja um granskingarvirksemið í londum, sum liggja undir miðal støðinum í Evropa viðvíkjandi íløgum í gransking, menning og nýskapan, og at spjaða serkunnleika javnari millum øll londini í Evropeiska Granskingarøkinum (ERA).
Føroyar eru bólkaðar sum eitt sonevnt Widening-land, og hava sostatt møguleika at søkja stuðul haðani.
Ein av stóru avbjóðingunum hjá ES í løtuni er vaksandi skeivleikin millum lond og landspartar, hvat avrikum innan dygdargransking og nýskapan viðvíkur. Harumframt er ójøvn luttøka í ES-virkisskráum, vantandi íløgur í gransking, menning og nýskapan í ávísum londum eins og vantandi samskipan í ávísum londum millum innlendis granskingarskipanir/-strategiir og ES-skipanirnar, sum darva kappingarføri og forða fyritøkum í at vaksa og skapa arbeiðspláss.
Fyri at rætta skeivleikarnar, tryggja so stórar íløgur í gransking og menning, sum gjørligt, og stimbra búskaparvøkstur, setti H2020 tiltøk í verk við tí ítøkiliga máli at “spjaða dygd og økja um luttøku” (Spreading Excellence and Widening Participation). Aðalendamálið er at rætta skeivleikan innan gransking og nýskapan í londum, ið dragna aftur úr restini av Evropa við vísindaligum avrikum, við at gera íløgur í úrvaldar vitanarstovnar, styrkja dygdargransking og skapa nýggj sonevnd Centres of Excellence ella rúm fyri altjóða samstarvi millum granskarar. Soleiðis skal vitan og førleikar í øllum londunum gagnnýtast betri og leggja lunnar undir eitt meira nýskapandi Evropa.
Skipanin veitir stuðul til:
- Samstarv
- Professarastørv í evropeiska granskingarøkinum
- Stuðul til National Contact Points (NCP)
- Virksemi í sambandi við brain circulation
- Serkunnleikatiltøk
- Onnur stuðulstiltøk, sum hjálpa granskarum frá Widening-londunum at luttaka í dygdargransking.