Skriva út
Lagt út: 03.01.2022

NordForsk

NordForsk er stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum stuðlar norðurlendskum samstarvi um gransking og granskingarinfrakervi.

NordForsk varð stovnað í 2005 fyri at styrkja norðurlendska gransking. NordForsk hevur høvuðsskrivstovu í Oslo saman við Nordic Innovation og Nordisk energiforskning.

Stuðul til norðurlendska gransking

NordForsk fær játtan frá Norðurlandaráðnum, sum skal nýtast til stuðul til granskingarverkætlanir og at menna samstarvið landanna millum. Lýst verður eftir umsóknum á nógvum ymsum økjum, lýst verður nakrar ferðir um árið.

Fyri at kunna fáa stuðul frá NordForsk skal ætlaða verkætlanin kunna metast at geva norðurlendskt meirvirði. Harafturat skulu tað verða luttakarar úr í minsta lagi trimum norðurlondum. Luttakarar úr Føroyum kunnu søkja á jøvnum føti við onnur. Neyvari lýsing sæst her.  

Føroyar eru umboðaðar í NordForsk stýrinum  

Í stýrinum fyri NordForsk eru umboð fyri granskingarráðini í Danmark, Finnlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki, umframt fyri NUS, norðurlendska universitetssamstarvið. Áland og Grønland hava eygleiðarastøðu í stýrinum.

Spurningar um NordForsk kunnu setast Anniku Sølvará, stjóra fyri Granskingarráðið, sum umboðar Føroyar í Nordforsk stýrinum.

Les meira um Nordforsk her.