SME Instrument fasa 1
ES-nevndin hevur alment boðað frá, at fyrsta fasan í SME Instrument verður steðgað mitt í 2019.
Ein orsøk, sum víst verður til, er at SME Instrument 1 kemur áðrenn SME Instrument 2, tvs. at hesar verkætlanirnar verða mettar sum forkanningar til SME Instrument 2 og tí er rættast at steðga hesum fyrr enn SME Instrument 2.
Karmurin fyri skipanini við SME Instruments er Horizon2020, sum gongur til endan á 2020. Avleiðingin av at SME Instrument fasa 1 steðgar í 2019 er, at tað einans fer at bera til at søkja SME Instrument fasu 2 í 2020.
Tó at SME Instrument fasa 1 er forkanning til fasu 2, so ber til at søkja beinleiðis í fasu 2. Talan er tá um størri verkætlan, sum komið er longri við, so at forkanning ikki er neyðug.
ES-nevndin hevur tó ikki dagført heimasíður og arbeiðsprogramm samsvarandi enn, men hetta verður væntandi gjørt í næstum.