Skriva út
Lagt út: 01.01.2023

Tíggju avbjóðingar

Fyri at fáa havið, vit ynskja okkum, eru tíggju høvuðsavbjóðingar eyðmerktar. Hesar eru lýstar í stuttum niðanfyri. Vert er at leggja til merkis, at talan er um stórar samfelagsligar avbjóðingar, sum krevja munandi broytingar í okkara umsiting av samfelag og tilfeingi.

1: Skerja og steðga havdálkingarkeldum á sjógvi og landi
Vit skulu kenna og eyðmerkja dálkingarkeldur á sjógvi og landi, fáa greiði á, hvussu hesar ávirka fólkaheilsu og vistskipanir í sjónum og menna loysnir til at steðga ella skerja hesar keldur munandi.

2: Verja og endurbyggja vistskipanir og lívfrøðiligt margfeldi
Vit skulu hava greiði á, hvørja ávirkan ymisk trýst (stressorar) hava á havvistskipanir og menna loysnir til at eygleiða, verja, umsita og endurbyggja vistskipanir og teirra lívfrøðiliga margfeldi undir skiftandi umhvørvis-, sosial- og veðurlagsumstøðum.

3: Breyðføða heimsins íbúgvar á burðardyggan hátt
Vit skulu útvega vitan til nýskapan og menning av loysnum til at fáa sum mest burtur úr havinum og tryggja havið sum burðardygga matvørukeldu til heimsins íbúgvar undir skiftandi umhvørvis-, sosial- og veðurlagsumstøðum.

4: Menna ein burðardyggan og rættvísan havbúskap
Vit skulu útvega vitan, stuðla nýskapan og menna loysnir til ein burðardyggan havbúskap undir skiftandi umhvørvis-, sosial- og veðurlagsumstøðum.

5: Finna loysnir úr havinum til at basa veðurlagsbroytingum
Vit skulu økja vitanina um havið og veðurlagið, finna loysnir til at avmarka veðurlagsbroytingarnar, laga okkum til tær og styrkja mótstøðuførið um allan heim og á øllum stigum umframt at víðarimenna tænastur, harímillum forsagnir um havið, veðurlag og veður.

6: Stimbra mótstøðuførið hjá samfeløgum móti vandum úr havinum
Vit skulu menna ávaringarskipanir til allar jarðalisfrøðiligar, umhvørvisligar, lívfrøðiligar, veðurlags- og manngjørdar vandar á sjógvi eins og við strendur og tryggja hóskandi tilbúgving og mótstøðuføri.

7: Útbyggja heimsfevnandi havvøkuskipanir
Vit skulu tryggja burðardyggar havvøkuskipanir í øllum havøkjum, sum veita atkomiligar, neyvar og nýtiligar dátur og upplýsingar til allar brúkarar.

8: Gera eina talgilda mynd av havinum
Við fjøltáttaðum samstarvi skulu vit evna eina nágreiniliga talgilda mynd av havinum umframt eitt samvirkið sjókort, sum veitir fría atgongd til rannsókn, gransking og ímyndan av viðkomandi søguligum, nútíðar- og framtíðarhavumstøðum.

9: Førleikar, vitan og tøkni til øll
Vit skulu tryggja munagóða førleikamenning og rættvísa atgongd til dátur, upplýsingar, vitan og tøkni tvørtur um øll øki innan havvísindi og til allar áhugapartar.

10: Umskapa sambandið millum menniskju og havið
Vit skulu hava greiði á ymisku virðunum og tænastunum úr havinum til fólkaheilsu, mentan og burðardygga menning og eyðmerkja forðingar fyri atburðsbroytingum, sum eru neyðugar fyri at broyta sambandið millum menniskju og havið.