Skriva út
Lagt út: 05.07.2022

Stuðul til gransking 2023

Til ber at søkja um stuðul til gransking frá Granskingargrunninum eina ferð um árið.

Komandi umsóknarfreistin er  15. februar 2023, kl. 12.00 (á middegi) føroyska tíð.

Stuðul kann latast til gransking, ið verður:

- framd av føroyskum granskara ella
- framd í samstarvi við føroyskan granskingarstovn ella
- mett at hava samfelagsligan týdning fyri Føroyar

Stuðul kann latast verkætlanum við grund- og nýtslugransking:

- Ph.d.-verkætlanum
- Verkætlanum, sum eru longri enn 6 mánaðir
- Vinnuligum granskingarverkætlanum

Tað er ein fyrimunur, at tann einstaka verkætlanin styrkir føroyska granskingarumhvørvið við:

- dátum og varandi vitan og førleikum
- samstarvi millum fleiri granskarar/granskingarstovnar og/ella vinnufyritøkur
- altjóða samstarvi og flytføri

Tað er krav, at:

- í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingargrunninum. Er talan um vinnuverkætlan, so er kravið í minsta lagi 1/2 viðfígging.

Minstamark fyri stuðli til eina verkætlan er 300.000 kr. Einki loft er fyri samlaðu fíggjarætlanina, men játtan úr Granskingargrunninum fer sjáldan væl upp um 1 mió. kr. til granskingarverkætlanir, ella 1,5 mió. kr. til ph.d.-verkætlanir.

Upp til 7,5 mió. kr. vóru tøkar til stuðul í 2022.

Vinarliga les krøv og vegleiðing í skjalinum Terms of reference, áðrenn umsóknin verður send.

Umsóknir um stuðul úr stuðulsskipanini skulu nágreiniliga lýsa ta verkætlan, sum stuðul verður søktur til. Eisini skulu umsóknirnar gjølla lýsa fakliga og vísindaliga førleika umsøkjarans. Umsøkjari skal skjalprógva sín fakliga førleika, fíggjartørv og aðrar viðkomandi upplýsingar, sum eru neyðugar fyri málsviðgerðina í nevndini.

Umsóknir skulu skrivast á enskum á umsóknarportalinum.
Ein fyrimynd er eisini til verkætlanarlýsingina

Mælt verður umsøkjara til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknina.

Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsfíggjarlógini.