Játtanir frá Granskingarráðnum 1996-2022
Granskingarráðið hevur síðani tað varð umskipað við Granskingargrunninum í 2002 játtað stuðul til umleið 260 verkætlanir. Av hesum vóru 10 verkætlanir í gongd frá undanfarna ráði og skipan, játtaðar í 2001 ella fyrr.
Granskingarráðið raðfesti í fleiri ár 6 høvuðsøki og valdi hvørt ár at stuðla innan eitt ella fleiri av hesum økjum. Økini vóru: Matur, Mentan, Samfelag, Náttúra og Náttúrutilfeingi, Fólkaheilsa og Tøkni. Í 2009 broytti Granskingarnevndin hesa siðvenju og bjóðaði granskarum at søkja innan øll økir á hvørjum ári. Umsóknir vórðu tó enn flokkaðar eftir hesum økjum. Í 2020 varð gjørt av at broyta flokkingina av økjum til fýra høvuðsøki: Hugvísindi, Samfelagsvísindi, Náttúruvísindi & Tøkni og Heilsuvísindi.
Í 2021 valdi nýsetta faknevndin fyri stuðli til gransking at steðga við at flokka umsóknir á fakøkir.
Niðanfyri er yvirlit við øllum játtaðum verkætlanunum, býtt upp á játtanarár og granskingarøki. Tær verkætlanir, sum ikki fóru í gongd og har játtanin er latin Granskingargrunninum aftur, eru merktar við stjørnum í samlaða yvirlitinum. Allar verkætlanir eru neyvari lýstar í dátugrunninum Stuðulsyvirlit.