Skriva út
Lagt út: 12.10.2022

PURE

Føroyska PURE skipanin skrásetir granskarar og granskingarstovnar í Føroyum. Skipanin savnar, umsitur og vísir útgávur og onnur vísindalig avrik hjá granskarum.

PURE skipanin verður brúkt í nógvum londum av universitetum og granskingarstovnum til at lýsa granskingaravrik, vísindalig fokusøki, samstørv o.a. Skipanin verður eisini brúkt at savna og vísa millum annað hagtøl, útgávur, frágreiðingar og støðumetingar.

Fróðskaparsetrið, Landsbókasavnið og Granskingarráðið hava tikið stig til at seta í verk føroyska PURE skipan. Allir granskarar á Fróðskaparsetrinum og granskarar á fleiri øðrum granskingarstovnum eru nú skrásettir í skipanini. Ætlanin er at fáa allar granskingarstovnar í Føroyum at vera við í skipanini.

Atgongd til føroysku PURE skipanina fæst her.