Visindavoka A Ferd Vegur
Skriva út
Lagt út: 27.08.2026

Vísindavøka á ferð 

Vísindavøkan fer á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 14. til 21. september. Talan verður um fimm tiltøk við sama leisti, í Runavík, Klaksvík, Sørvági, á Sandi og í Vági.

Á hvørjum tiltaki verðar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum og øðrum frá ymsum stovnunum.

Harafturat verður eitt serligt tiltak skipað í samstarvi við Norðurlandahúsið.

Skráin er hendan:

Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 14. september kl. 19

 Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling?
 Ása Jacobsen, Havstovan

 Ecofar verkætlanin um føroyskar firðir
 
Barbara Leone, Umhvørvivsstovan

 Samanhald gevur styrki – Føroysk kvinnurørsla í 1970- og 1980-árunum
 Margretha Nónklett, Tjóðsavnið


Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 15. september kl. 19

Sildafiskiskapur í 1950- og 60-árunum: Frá vísindaligum kanningum til øktan fiskiskap og ovurfisking
Tráin Petursson Nónklett, Fróðskaparsetrið

Nærlestur av føroysku fiskidagaskipanini
Zvonko Mrdalo, Fróðskaparsetrið

Nýggjur sjúkrarøktarleiklutur í heilsuverkinum
Tordis Tróndarson, Fróðskaparsetrið


Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 16. september kl. 19

Hvussu minka vit oljunýtsluna í fiskiskapinum?
Magni Laksáfoss, Sjókovin

Dronan – eitt hent amboð hjá jarðfrøðinginum
Rakul M .I. Johannesen, Jarðfeingi

Stóra kreppan í 1990unum og fólkaræðið í Føroyum
Jens Christian Svabo Justinussen, Fróðskaparsetrið


Sands Bókasavn hóskvøldið 17. september kl. 19

Sildafiskiskapur í 1950- og 60-árunum: Frá vísindaligum kanningum til øktan fiskiskap og ovurfisking
Tráin Petursson Nónklett, Fróðskaparsetrið

 Lívið í einum dropa – eygleiðingar av plantuæti á landgrunninum í eina fjórðingsøld
 
(hildin á donskum)
 Elaine Runge, Havstovan 

 Ein lítil tráður úr Føroyum: handrit á alnetinum
 
Heiðrún Hõdd Guðmundsdóttir, Landsbókasavnið


Miðlatún í Vági mánakvøldið 21. september kl. 19 

Føroyskir hvalir ella ein felags stovnur?
Sunnvør í Kongsstovu, Fróðskaparsetrið

Havsins talgildi tvíburði
Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum

Hin fátæka javnvágin - Føroysk fátækrahjálp 1767-1855
Sámal Tróndur Finsson Johansen, Tjóðskjalasavnið

Norðurlandahúsið mikudagin 23. septembur kl. 19

Kunnu vit læra nakað um veðurlagskreppuna frá listini? Eitt prát um list og vísindi

Visual Science Studio

Hvussu kann menniskjað fata søguna hjá jørðini og veðurlagnum, tá søgan fevnir um fleiri milliardir ár – langt út yvir tíðina, vit menniskju kunnu ímynda okkum? 

Guðrun í Jákupsstovu, bókmentagranskari, og Maja Friis, myndlistakvinna frá Visual Science hittast til prát um, hvat listin sigur okkum um veðurlag, landslag og tíð.

Við støði í gransking, listaligum arbeiði og ítøkiligum landsløgum røða tær um, hvussu list kann víðka okkara vitan um veðurlagsbroytingarnar. Hvussu myndir, søgur, filmar og aðrar fagurfrøðiligar royndir kunnu gera truplar, vísindaligar spurningar lættari at skilja – og hvussu samanrenningin við listina kann fáa fram nýggjar fatanir í gransking.

Á tiltakinum verður eitt nú víst filmsbrot frá listasamstarvinum millum Visual Science og ískjarnugranskarar frá Niels Bohr instituttinum, og føroyski yrkjarin Lív Maria Róadóttir Jæger lesur Wicked FYSIKK, ið er um byrjan, verðan, kropp og popp, og sambond yvir um tíð.

Tey luttakandi:

Guðrun í Jákupsstovu er Ph.d. í bókmentafrøði frá Universitetinum í Bern og adjunktur í bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya. Gransking hennara leggur dent á fatanir av veðurlagnum og landslagnum í bókmentum, serliga havinum og fram við landi.

Maja Friis er visuelt listafólk, framleiðir heimildarfilmar og er ein av stovnarunum av Visual Science. Við ljóð- og myndainnsetingum og samstørvum tvørtur um vísindagreinar við granskarar kannar hon samanrenningina millum list, vísindi og veðurlag.

Lív Maria Róadóttir Jæger er yrkjari og útbúgvin mag.art í heimsspeki frá Keypmannahavnar Universiteti. Hon er í løtuni í holt við eina verkliga grundaða ph.d.-verkætlan í ritlist á Fróðskaparsetri Føroya. Hon hevur útgivið verk sum Mítt navn við hondskrift (2014), Hvít sól (2015) og Eg skrivi á vátt pappír (2020), umframt BóK (2025). Hon skrivar eisini verk og framførir í listabólkinum Supervisjón saman við ljóðlistamanninum Lasse Thorning Jæger.