Skriva út
Lagt út: 08.07.2020

Sjúkrakassagrunnurin - ikki virkin

Granskingarráðið fekk í 2014 ábyrgdina av at umsita og útluta peningin, ið sjúkrakassarnir kring landið áttu, tá teir vórðu avtiknir. Talan var um tilsamans umleið 28 milliónir kr.

Granskingarráðið yvirtók eisini ábyrgdina av bygninginum, ið Havnar Sjúkrakassi átti í Magnus Heinasonargøtu 20 sum part av fænum í Sjúkrakassagrunninum. Bygningurin varð seldur í 2017. Í 2019 varð inntøkan frá søluni løgd afturat stuðlinum, ið søkjast kundi um.

Stuðulin varð býttur í trý høvuðsøkir:

Høvuðsøki 1

Stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kundu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kundu menna heilsuøkið í Føroyum.

Les meira her.

Mars 2021: Her er eingin tøkur peningur eftir.

Høvuðsøki 2

Stuðul til gransking og menning á heilsuøkinum.

Granskarar kunnu saman við stovni í Føroyum søkja um stuðul til gransking og menning innan fimm raðfest heilsuøkir, har t.d. epidemiologi og ílegugransking kunnu innganga í hvørt einstakt øki, eins og t.d. menning av nýggjum tilgongdum, skipanum ella tænastum.

Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, samstarvsverkætlanir, ph.d.verkætlanir og post.doc. verkætlanir innan raðfestu økini.

Les meira her.

Januar 2020: Her er eingin tøkur peningur eftir.

Høvuðsøki 3

Stuðul til at menna gransking á trimum raðfestum heilsuøkjum á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar viðkomandi føroyskar stovnar. Avtala verður gjørd við viðkomandi stovn/ar.

Les meira her.

Mars 2021: Depilin hevur fingið prinsipiella játtan uppá góðar 1,6 mió. kr. til stovnsseting av eini tjóðarkohortu. Hetta er seinasti parturin av fænum á høvuðsøki 3.

Viðgerð av umsóknum

Ein faknevnd við fimm limum varð sett at gera tilmæli í sambandi við umsóknir um stuðul frá sjúkrakassafænum.

Faknevndin tók støðu til umsóknir á høvuðsøki 1, sum fevna um eina upphædd uppá kr. 100.000 ella meira, og gjørdi tilmæli til Granskingarnevndina í sambandi við umsóknir á høvuðsøki 2 og avtalur á høvuðsøki 3.

Granskingarnevndin tók støðu til umsóknirnar eftir tilmæli frá faknevndini.

Fyrisitingin í Granskingarráðnum tók støðu til umsóknir á høvuðsøki 1 undir 100.000 kr. uttan tilmæli frá faknevndini.

Faknevndin varð niðurløgd við ársbyrjan 2020, tá nærum allur peningurin úr Sjúkrakassagrunninum var útlutaður. Granskingarnevndin tók síðani við ábyrgdini fyri tí avmarkaða restfænum, sum var eftir til høvuðsøki 1, tli ársenda 2020, tá Granskingarnevndin eisini varð niðurløgd. Fyrisitingin í Granskingarráðnum hevur síðani havt ábyrgd av at umsita restjáttanina.