Vísindavøka 2025
Vísindavøkan 2025 var í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin tann 26. september.
Á skránni vóru framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt tóku støði í gransking og nýskapan.
Framløgur vóru í Kongshøll á 4. hædd. Eftir framløgurnar var miðlafagnaður við snarrøðum og handan av ársins miðlaheiðursløn.
Uttanfyri vóru tiltøk fyri børn og vaksin. Næmingar og lærarar á Glasi gjørdu royndir, meðan Havstovan sýndi fram ymsar fiskar o.a. Á Svalanum kring matstovuna Silo vóru eisini ymisk tiltøk til stór børn og vaksin.
Sendingar í KVF og annað tilfar frá undanfarnum Vísindavøkum síggjast á vísindavøka.fo