GRF 2016.jpg
Skriva út
Lagt út: 29.10.2021

Stuðul til gransking

Granskingarráðið umsitur eina árliga játtan á fíggjarlógini at luta út til stuðul til gransking. Játtanin verður latin til ph.d.-verkætlanir, verkætlanir, sum eru longri enn 6 mánaðir og vinnuligar granskingarverkætlanir.

Til ber at søkja um stuðul til gransking eina ferð um árið. Umsóknarfreistin er 15. februar kl. 12 føroyska tíð. 

Les meira um stuðul til gransking her

 

Játtanin á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til gransking 

2015 2016201720182019202020212022202320242025
6500 7500750083008300750075007500750090009000

 

Lógarverk

Karmarnir um grunnin og stuðulsskipanina  eru ásettir í løgtingslóg. Galdandi lóg kom í gildi 1.1.2021.

Ll nr. 89 frá 7. juni 2020 um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan

Fyrsta lógin um gransking varð samtykt í 1996. Í 2001 varð nýggj lóg samtykt, sum stovnsetti Granskingargrunnin sum sjálvstøðugan stovn. Hendan lógin varð broytt í 2006 og var í gildi til 31.21.2020. 

Ll nr. 85 frá 15. mai 2001 um gransking, sum broytt við Ll nr. 33 frá 4. mai 2006 GG: AVTIKIN

Ll nr. 56 frá 20. mai 1996 um granskingarráð, sum broytt við Ll nr. 22 frá 21. apríl 1999  GG: AVTIKIN