Vísindavøka á ferð
Vísindavøkan fer á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 15. til 23. september. Talan verður um fimm tiltøk, í Runavík, Klaksvík, Sørvági, á Sandi og í Vági. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.
Á hvørjum tiltaki verðar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum og øðrum frá ymsum stovnunum.
Skráin er hendan:
Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 15. september kl. 19
Upphiting av føroyskum havøki – náttúrlig ella menniskjaskapt?
Bogi Hansen, Havstovan
Ein havmyndil fyri landgrunnin við livandi veðri
Jari í Hjøllum, Veðurstova Føroya
Kennir gulllaksurin viðgerðarøkini hjá ICES?
Sunnvør í Kongsstovu, Fróðskaparsetrið
Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 16. september kl. 19
Teldugjørt rák í Djúpunum, Kalsoyarfirði og Leirvíksfirði
Knud Simonsen, Veðurstova Føroya
Grøna orkuskiftið á sjónum, eisini í Føroyum?
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan
Hjartað í fiskinum, sum tú setur á borðið
Heidi S. Mortensen, Firum
Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 17. september kl. 19
Kanningar av føroyska grundvatninum
Óluva Reginsdóttir Eidesgaard, Jarðfeingi
Hvussu skjótt sodnast ein lús?
Ása Johannesen, Firum
At sigla millum skerini í heimspolitikki
Tór Marni Weihe, Fróðskaparsetrið
Sands Bókasavn hóskvøldið 18. september kl. 19
BMI hjá rognkelsum
Sandra Ljósá Østerø, Firum
Long COVID – hvat er tað?
Gunnhild Helmsdal, Heilsugranskingareindin
Burðardygd – meira enn bara umhvørvi
Sámal Matras Kristiansen, Nám
Miðlatún í Vági mánakvøldið 22. september kl. 19
Hvussu kann uppsjóvarfiskur gerast burðardyggari?
Mirjam Carlsdóttir Olsen, Sjókovin
Staðarveður
Hanus Kjølbro, Veðurstova Føroya
Rákið á Íslandsrygginum
Guðrið Eriksdóttir Johansen, Havstovan