Skriva út
Lagt út: 31.08.2020

Sjúkueyðkenni hjá fólki, sum eru smittað við COVID-19

1. Sjúkueyðkenni hjá fólki, sum eru smittað við COVID-19 og 2. Sjúkueyðkenni hjá fólki, sum eru smittað við COVID-19 – klinisk kanning

Verkætlanarleiðari Maria Skaalum Petersen

Stutt lýsing 1. Endamálið er at kanna sjúkutekin hjá fólki, sum hava haft korona smittuna, og sum hava fingið at vita, at tey eru vorðin frísk. Við hesum er ætlanin at greina vanligu sjúku gongdina hjá fólki, sum hava haft hana, men í serligan mun eisini at finna tey, sum hava óvæntaða sjúkugongd og eftirsjúkur. og 2. Endamálið við hesi víðkaðu kanningini er at kanna heilsustøðuna hjá fólki, sum hava havt koronasmittuna, fyri at kanna, um sjúkan hevur haft seinárin.

Tíðarskeið 01.04.2020 – 30.11.2020 (Verkætlan lokað)

Toymi Samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsið, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Fróðskaparsetur Føroya og Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking.

Stuðlar Fígging frá p/f Krúnborg og p/f Borgartún. In-kind fígging frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum.

Samband maria@health.fo

Útgávur Grein "Long COVID in the Faroe Islands - a longitudinal study among non-hospitalized patients” í tíðarritinum Clinical Infectious Diseases.
"Seinárin av koronu - Møði og vantandi luktisansur", grein í Frøði 2/2020.

Les meira www.health.fo