Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan skal ráðgeva Føroya landsstýri um yvirskipaða politikk Føroya fyri gransking, menning og nýskapan.
Í ráðnum sita 7 limir, sum landsstýrismaðurin í granskingarmálum tilnevnir við støði í tilmælum frá eini trímannanevnd hevur gjørt. Borgarar, stovnar og fyritøkur hava møguleika at koma við uppskotum um ráðslimir til trýmannanevndina.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í granskingarmálum, hevur tilnevnt fyrsta Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan. Setanarskeiðið er frá 1. apríl 2022. Limirnir sita fyri fýra ár, tó eru hesaferð valdir 3 limir fyri 2 ár.
Í ráðnum sita:
- Annika H. Davidsen, ph.d. í sálarfrøði, tilnevnd fyri 4 ár
- Eyðun Jacobsen, ph.d. í teldufrøði, tilnevndur fyri 2 ár
- Gunnvør á Norði, ph.d.. í lívfrøði, tilnevnd fyri 2 ár
- Jan Rasmussen, ph.d. og serlækni í hjartasjúkum, tilnevndur fyri 4 ár
- Ragnheiður Bogadóttir, ph.d. í umhvørvismálum, tilnevnd fyri 2 ár
- Sóley H. Hammer, MA í løgfrøði, tilnevnd fyri 4 ár
- Tórheðin J. Jensen, formaður, DBA, tilnevndur fyri 4 ár
Ráðið er sett sambært kunngerð um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan við heimild í lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan frá 7. juni 2020.
Í kapitli 2 í lógini um Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan stendur:
- § 5. Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan verður sett at ráðgeva Føroya landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.
- Stk. 2. Ráðið skal fylgja við í og seta mál fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum og í altjóða høpi, sum kunnu menna økini í Føroyum.
- Stk. 3. Ráðið ger uppskot til landsstýrismannin um mál fyri stuðulsveiting og luttøku Føroya í altjóða samstørvum um gransking, menning og nýskapan, undir hesum at koma við tilmælum um karmar, serligar bonusskipanir o.a.
- Stk. 4. Ráðið skal ráðgeva í spurningum um, hvussu gransking, menning og nýskapan kunnu gerast gagnlig fyri samfelagið, bæði í almenna og privata geiranum, og ráðgeva í sambandi við fyrireiking og skipan av lóggávu um gransking, menning og nýskapan.
- § 6. Málini sbrt. § 5 eiga m.a. at fevna um:
- 1) karmar og kor fyri gransking, menning og nýskapan,
- 2) játtan og fígging annars,
- 3) átøk innanlands og uttanlands til at menna leiklut og støðu Føroya í altjóða samstarvi um gransking, menning og nýskapan,
- 4) at útvega, útbúgva og menna fólk til gransking, menning og nýskapan og
- 5) at viðgera og samtykkja normar og vegleiðandi reglur sbrt. kapitli 5.
- § 7. Ráðið ger árliga frágreiðing um gransking, menning og nýskapan í Føroyum við støðulýsing og meting av almennu gongdini í Føroyum og av støðuni í mun til altjóða samstarv, umframt tilráðingar í hesum sambandi. Frágreiðingin skal verða grundarlag fyri kunning og kjaki.
- Stk. 2. Árliga frágreiðingin verður løgd fyri landsstýrismannin.
- Stk. 3. Fyrisitingin, sbrt. § 15, veitir ráðnum stuðul og skrivarahjálp.