Granskingarráðið fyrisitur fleiri skipanir, ið eftir umsókn kunnu lata stuðul til gransking, menning og nýskapan. Fyri hvørja stuðulsskipan er ein faknevnd, ið tekur avgerð um, hvørjar verkætlanir skulu fáa játtaðan stuðul. Umsóknir um stuðul til gransking verða sendar til metingar hjá óheftum metarum, tá ið stuðulsupphædd og vavið á verkætlanini talar fyri tí.
Allar skipanir, ið hava sum endamál at veita fíggjarligan stuðul til gransking, menning og nýskapan, kunnu eftir avtalu verða lagdar til fyrisitingina sbrt. galdandi løgtingslóg.
Yvirlitið vísir stuðulsskipanir, sum Granskingarráðið hevur fyrisitið frá 2006 til í dag.
Stuðul til gransking – Løgtingið játtar árliga eina upphædd til stuðulsskipanina Stuðul til gransking. Hetta er megin stuðulsskipanin til gransking í Føroyum. Stuðulsskipanin er heimilað í lóg og kunngerð. Stuðul hevur verið latin frá hesi skipan síðani 1996.
Sjúkrakassagrunnurin – Fæ, latið við løgtingslóg og avtalu í 2014, tá sjúkrakassarnir vórðu niðurlagdir. Tvær stuðulsskipanir: Smærri verkætlanir og gransking. Stuðul varð latin frá 2014 til 2021, tá alt fæið var útlutað.
Minningargrunnur fyri Dánjal Niclasen – Fæ, latið frá privatum grunni í 2017. Alt fæið varð útlutað í 2018.
Covid-19 – Bráðfeingis stuðul frá privatum vinnufeløgum og Sjúkrakassafænum í 2020. Allur stuðulin varð útlutaður í 2020.
Arbeiðsmarknaðarátøk – Fæ, latið við løgtingslóg og avtalu, tá Frítíðargrunnurin varð niðurlagdur í 2022. Tvær stuðulsskipanir: Smærri verkætlanir og gransking. Stuðul er latin frá 2022 og verður latin, til alt fæið er útlutað.
MARiNAO og FASDiNA – Játtanir frá donsku fíggjarlógini latnar fyrisitingini sambært avtalu við játtanarskrivi frá ávikavist 2020 og 2023. Stuðul er latin frá ávikavist 2022 og 2024 og verður latin, so leingi árlig játtan er tøk.
Yvirlitið vísir árligar stuðulsjáttanir frá 2006 og frameftir. Til ber at lata yvirlitið upp í nýggjum vindeyga við at trýsta á myndina í niðasta høgra horni.