Skriva út
Lagt út: 01.01.2023

Havsins áratíggju

Í desember 2017 kunngjørdi ST, at árini 2021-2030 skuldu vera Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning (The United Nations Decade of Ocean Science for Sustainable Development).

Havsins áratíggju snýr seg í stuttum um at seta í verk átøk innan havvísindi fyri at fáa eitt reint, burðardygt og mótstøðuført hav ella havið vit ynskja okkum. Tað er altjóða havnevndin IOC (Intergovernmental Oceanographic Commission) undir UNESCO, sum samskipar Havsins áratíggju.

Endamálið við Havsins áratíggju er at skapa felags karmar kring havvísindi, sum kunnu stuðla londum í at røkka heimsmálunum fyri burðardyggari menning í 2030 (Agenda 2030). Stevnuskráin fyri burðardyggari menning hevur 17 høvuðsmál og 169 undirmál, sum skulu røkkast í tíðarskeiðinum 2015-2030. Ætlanin er, at hvørt landið sær skal røkka málunum við støði í egnum veruleika og raðfestingum. Við Havsins áratíggju er dentur lagdur á Heimsmál 14 um lívið í havinum, sum í sjálvum sær er ein fortreyt fyri at røkka hinum heimsmálunum.

Havsins áratíggju er eitt gylt høvi fyri Føroyar at taka ábyrgd av stóra havøki okkara og samstarva við altjóða samfelagið. Vit hava longu nógva vitan at lata frá okkum, men eisini tørv á nýggjari og aðrari vitan, sum vit kunnu fáa frá øðrum. Vit kunnu gagnnýta hetta átakið til at fáa eina samlaða mynd av tí fjøltáttaða og umfatandi arbeiði, sum longu er á økinum í Føroyum, og knýta enn sterkari bond út í heim á teimum økjum, har vit meta tað geva meining fyri altjóða samfelagið og fyri okkum.

Eisini kann luttøka í Havsins áratíggju geva okkum nýggj amboð til at loysa átrokandi samfelagsligar avbjóðingar, ið eru knýttar at havinum, og vera við til at marknaðarføra Føroyar sum eina stórhavstjóð, ið tekur ábyrgd av at menna eitt reint og burðardygt hav.

Granskingarráðið tók í mai 2021 stig til at savna áhugapartar í Føroyum til eitt hugarok um møguliga føroyska luttøku. Breið semja var um, at vit eiga at vera við, og at tað er neyðugt at samskipa arbeiðið. Fyrsta stig var at fáa eina felags fatan av, hvat Havsins áratíggju er, og hvussu vit í Føroyum kunnu luttaka. Í november 2021 gjørdi Granskingarráðið avtalu við Unn Laksá í Sjókovanum um at skriva eina frágreiðing um áhugapartar og møguleikar fyri Føroyar í Havsins áratíggju.

Endamálið við frágreiðingini, sum varð handað landsstýrinum 18. mars 2022, er at lýsa yvirskipað, hvat Havsins áratíggju er og kortleggja áhugapartar í Føroyum, sum kunnu og eiga at hava ein leiklut í sambandi við føroyska luttøku í átakinum. Frágreiðingin vísir eisini á ítøkilig dømi uttan úr heimi um átøk til íblásturs. At enda er eitt uppskot lagt fram til leist fyri samskipan av átøkum við eini leysligari tíðarætlan.

Øll frágreiðingin kann lesast her

Tilmæli

Sum stórhavstjóð mitt í Norðuratlantshavi og harafturat sera bundnar at havinum, kunnu Føroyar fáa stórt gagn av teimum møguleikum, sum Havsins áratíggju bjóðar. Eisini eru vit í Føroyum væl fyri at lofta teimum avbjóðingum, sum standa fyri framman, og at gera veruligan mun í strembanini eftir at røkka málunum, ið eru sett fyri Havsins áratíggju. Nógv av tí, vit longu gera, kann sannlíkt roknast sum partur av arbeiðinum undir Havsins áratíggju. Tørvur er tó á at skilmarka og samskipa føroyska íkastið til tess at gagnnýta tað á besta hátt.

Við støði í hjáløgdu frágreiðing, sum hevur verið til kunningar og viðmerkingar hjá áhugapørtunum, ið luttóku á fundinum í mai 2021, setur Granskingarráðið við hesum fram nøkur tilmæli til Landsstýrið um luttøku Føroya í Havsins áratíggju og hvussu skjøtul kann setast á arbeiðið.

Mælt verður til, at:

1. Landsstýrið tekur undir við hugsjón Havsins áratíggju og almennari føroyskari luttøku

2. Uttanríkis- og mentamálaráðið setur eina tjóðarnevnd at skipa føroyska arbeiðið við umboðum fyri stjórnarráð, granskingarumhvørvið og aðrar viðkomandi partar

3. Tjóðarnevndin skipar fyri verkstovum fyri at eyðmerkja viðkomandi granskingarvirksemi og semjast um, hvørji verandi og nýggj átøk kunnu gerast partur av Havsins áratíggju

4. Avtala verður gjørd um fígging til arbeiðið hjá tjóðarnevndini við tilhoyrandi almennari fyrisiting og til nýggj átøk

5. Ætlan verður løgd fyri føroyska arbeiðið 2022-2025