Nám hevur ættleitt Vitanarfróðu
Føroyskir skúlanæmingar hava í fleiri ár arbeitt við kanningarháttinum hjá Vitanarfróðu og luttikið í kappingum, sum Granskingarráðið hevur skipað fyri í samstarvi við Nám.
Eftir at hava avdúkað vinnaran av ársins kapping, 7.b. í Eysturskúlanum, hava vit í Granskingarráðnum eisini handað Námi ábyrgdina av Vitanarfróðu.
Framyvir verður tað Nám, sum umsitur Vitanarfróðu og skipar árligu kappingina. Vit sleppa sleppur tó ikki heilt endanum, vit fara at nú verða samstarvspartur hjá Námi.
Tilfarið um Vitanarfróðu er nú tøkt á Snar, og eisini fer Nám at skipa fyri kveikingardøgum. Nám fer eisini at koma við nærri kunning um, hvussu kappingin Ársins Vitanarfróðu verður skipað frameftir.
Tilfarið um Vitanarfróðu fevnir um arbeiðshátt, mannagongd, hugskot og frágreiðingar frá undanfarnum kappingum. Eisini ber til at fáa faldarar og plakatir við at støkka inn á gólvið í Námi.
Tað er við sorgblíðni, at vit í Granskingarráðnum siga farvæl við Vitanarfróðu. Vit takka Námi fyri gott samstarv og gleða okkum at síggja Vitanarfróðu og skúlanæmingarnar í Føroyum vaksa og búnast sum granskarar undir veingjabreiðinum hjá Námi og teirra góða toymi. Blíðan byr.
Á síðunum vinstrumegin er tilfar frá undanfarnum árum til kunningar.
