Stuðul til gransking

Granskingargrunnurin fær eina árliga játtan á fíggjarlógini at luta út til stuðul til gransking. Til ber tí at søkja um stuðul til gransking úr Granskingargrunninum eina ferð um árið.

Komandi umsóknarfreistin verður 15. februar 2019, kl 12.00 føroyska tíð.

Stuðul verður latin:
- føroyskum granskarum og granskaralesandi
- gransking og menning á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur
- gransking og menning, ið hava týdning í føroyskum høpi

Stuðul verður latin til ymisk sløg av verkætlanum:
- Ph.d.-verkætlanir
- post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár
- smærri verkætlanir við styttri tíðarætlan
- granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking

Tað er ein fyrimunur at:
- verkætlanin fevnir um samstarv millum fleiri granskarar
- verkætlanin fevnir um samstarv millum granskarar, granskingarumhvørvi og vinnuna

Tað verður kravt at:
- í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingargrunninum. Undantak kann tó gerast í heilt serligum føri.

Minstamark fyri stuðli til verkætlanir er 80.000 kr.

Umsóknir skula skrivast á enskum máli á serligt oyðublað ið kann heintast her. Eisini er skrivlig vegleiðing at finna her.

Tað eru játtaðar 7,5 mill kr. á fíggjarlógini til stuðul í 2019.

Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til gransking@gransking.fo innan ásettu freistina. Sí nágreinilig krøv her.

------------------------------

Til ber hjá granskarum at søkja fíggjarligan stuðul til at skriva Horizon 2020 umsóknir. Les meira um hesa stuðulsskipan her

Granskingarráðið umsitur fæið úr Sjúkrakassagrunninum. Til ber at søkja um stuðul til gransking og smærri verkætlanir og tiltøk. Les meira um hesa skipan her