Hans Ellefsen midlaheidurslon 2026.png
Skriva út
Lagt út: 25.09.2026

Hans Ellefsen fekk miðlaheiðurslønina 2026

Hans Ellefsen fekk miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2026.

Hans Ellefsen er búskaparfrøðingur við ph.d. í fiskivinnubúskaparfrøði. Hann er varadekanur og lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Í grundgevingini fyri at lata Hans Ellefsen miðlaheiðurslønina varð m.a. sagt:

”Hans Ellefsen hevur í fleiri ár verið nógv frammi í miðlunum, har hann hevur viðmerkt og greitt frá aktuellum búskaparfrøðiligum viðurskiftum, serliga á fiskivinnuøkinum. Hann hevur hóast ábreiðslur megnað at staðið fast við sínar fakliga grundaðu atfinningar moti førda fiskivinnupolitikkinum. Eisini hevur hann verið við til at flutt prátið um fiskivinnu frá bert at snúgva seg um, hvussu nógv vit fiska, til eisini at fevna um onnur samfelagsvirðir."

---

Ársins herðaklapp fyri miðling av gransking

Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Hetta verður gjørt á Vísindavøkuni í Kongshøll fríggjadagin 25. september 2026.

Hvør kann verða heiðraður fyri góða miðling

Talan kann verða um granskara, miðlafólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum.

Granskarar verða oftast mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla vísindaliga, og hetta er sjálvsagt sera týdningarmikil partur av teirra starvi. Samstundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin.

Tað krevjast aðrir og serligur førleikar at kunna meira alment um gransking og granskingarúrslit. Evnini eru ofta bæði umfatandi og torskild, so tað er neyðugt at duga at fortelja søgurnar einfalt og skipað, uttan at tær fyri tað missa sítt virðið.

Hesi eru heiðrað áður:

2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen
2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 - Maria Skaalum Petersen
2023 - Heini í Skorini
2024 - Silas Olofson
2025 - Uni Árting